Norðurlendska ráðið um brekrættindi

Í døgunum 19. og 20. oktober 2023 var MEGD við á fundi í norðurlendska brekráðnum, Rådet för nordiskt samarbete om funktionshinder, og hesa ferð í Keypmannahavn.

Ráðið liggur undir norðurlendska ministararáðnum og er sett við tveimum umboðum fyri hvørt norðurland, eitt frá almenna myndugleikanum og eitt frá meginfeløgunum. Frá Almanna- og mentamálaráðnum er Barbara Álvsdóttir Thomsen umboð. Her verður tosað um, hvussu norðurlond kunnu samstarva til frama fyri brekøkið.