MBF við til próvtøku

Í døgunum 14. og 15 apríl 2014 varð skuggafrágreiðingin viðvíkjandi ST sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek, løgd fram í Geneve. Hetta var ein serstakur møguleiki hjá MBF, sum er meginfelagið, og sum harvið umboðar 24 limafeløg við umleið 4000 limum.

23. september 2014 kom so dagurin, tá ið MBF aftur fekk møguleikan at hava ein forfund við Martin Babu, sum hevur ábyrgd av Føroyum, Grønlandi og Danmark, og eina framløgu fyri ST nevndini, áðrenn Landsstýrið skuldi til próvtøku fyri somu nevnd.

Ása Olsen, leiðari, og Tóra við Keldu, forkvinna, vóru við, tá ið umboð fyri Landsstýrið skuldi svara spurningum frá ST nevndini. Júst hetta var ein fyrimunur fyri MBF í sambandi við framhaldandi arbeiðið við ST sáttmálanum.

MBF sær tað sum sera umráðandi, at felagið framhaldandi heldur lív í øllum arbeiðnum viðvíkjandi sáttmálanum. ST sáttmálin er jú grundarlagið fyri øllum arbeiðnum hjá MBF.

Nú er avbjóðingin, at tey øki, sum eru viðgjørd í skuggafrágreiðingini hesa ferð ikki verða við um fýra ár, tá ið MBF aftur skal senda skuggafrágreiðing inn. Ein av komandi døgunum koma viðmerkingar, niðurstøður og tilmæli frá ST nevndini til Føroya landsstýri.

Tað var Súsanna Nordendal frá Almannamálaráðnum, Frida Poulsen frá Mentamálaráðnum og Margretha Nónklett frá uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni, sum umboðaðu Landsstýrið í Genéve.