Krepputilbúgvingin skal verja øll

november 29, 2023

Rættindi hjá fólki, ið bera brek, verða skerd í kreppum og í brádliga íkomnum broytingum. Hetta vísa nýggjastu royndirnar við alheimsfarsótt, flóttafólkasteymi og alsamt hækkandi prísum. Hesar avbjóðingarnar eru felags fyri brekøkini í Norðurlondum, og tí verður við hesum felags skrivi mælt Norðurlendska ministararáðnum til at seta í verk eina fevnandi tilbúgving, ið verjir øll.

Støðan hjá fólki, ið bera brek, gerst skjótt álvarsom í kreppum og broytandi tíðum, tá ið sosiala trygdarnetið verður avbjóðað. Rættindi verða skerd eitt nú í mun til nøktandi tillaging til kunning, tíðindi, verju, stuðul, umsorgan, útbúgving og arbeiði. 

Meðan koronafarsóttin herjaði, upplivdu fleiri, ið bera brek, at grundleggjandi tænastur, gerandisverksemi og annar stuðul varð steðgaður. Avmarkingar í gerandisdegnum hjá fleiri sást aftur í verri sálarligari heilsu, einsemi, verri fíggjarligum rásarúmi, øktum ótta og tunglyndi.

Í Svøríki høvdu børn og næmingar, ið bera brek, torført at fylgja við í talgildu undirvísingini í skúlunum og fingu ikki tær tillagingar, tey høvdu rætt til. Avmarkingar á arbeiðsmarknaðinum, harundir arbeiði í fjarstøðu, førdi til arbeiðsloysi, einsemi og verri trivnað.

Hagtøl úr Svøríki vísa, at deyðatíttleikin av koronasmittuni var høgur, ikki bara millum eldri fólk, men eisini millum fólk, ið bera brek, til dømis á sambýlum og hjá teimum við persónligum hjálpara. Svenska koronanevndin vísti seinni á, at manglandi tilbúgvingarætlan at verja fólk í vandabólki førdi til, at týðandi avgerðir áttu at verið tiknar fyrr eins og átøk fyri at royna at fyribyrgja smittu.   

Norðurlondini vísa á líknandi royndir, sum á ymiskan hátt tekur rættindi frá fólki, ið bera brek, í kreppustøðu. Í Grønlandi var almenna kunningin í koronatíðini sera avmarkað, í Danmark og í Føroyum var sivilsamfelagið ikki við í eftirmetingini av handfaringini og tiltøkunum undir korona farsóttini. Tí vita vit einki um, hvussu fólk, ið bera brek, vóru ávirkað hesa tíðina, og um umboðandi feløg á nøktandi hátt vóru tikið upp á ráð í viðkomandi smittufyribyrgjandi tiltøkum. Í Norra vóru strong tiltøk sett í verk fyri at forða smittu, og hetta hevði ikki einans við sær stór inntriv í privatlívið, men yvir nátt hvurvu týðandi vælferðartænastur, og røkt og stuðul varð latin upp í hendurnar á avvarðandi. 

Líknandi støður síggjast aftur, nú Norðurlond seinastu tíðina hava tikið ímóti flóttafólki úr Ukraina, har nøktandi atlit ikki eru tikin fyri fólk, ið bera brek. Tørvur hevur verið í átøkum, sum tryggja rættindi teirra til dømis í mun til tillagað samskifti og kunning, til bústaðir, nøktandi uppihald, hjálpartól, umsorgan og stuðul at gerast partur av arbeiðsmarknaðinum.

Í Norðurlondum síggjast fíggjarligar avbjóðingar og ein órógvandi gongd, har ivi verður sáddur um rættindi hjá fólki, ið bera brek, og serliga viðvíkjandi vælferð. Eisini er tørvur á hagtølum og gransking, sum kann styrkja mótstøðuføri og tilbúgving í mun til komandi kreppur fyri fólk, ið bera brek.

Við virðing fyri at tíðirnar eru truplar, er neyðugt at minna norðurlendsku stjórnirnar á tey rættindi, fólk, ið bera brek, hava og skulu fáa møguleika at gagnnýta sambært Brekrættindasáttmálanum hjá ST.

Boðskapur okkara til norðurlendska ministararáðið er, við støði í Brekrættindasáttmálanum, at mæla norðurlendsku stjórnunum til:

  • at tryggja, at allar politiskar avgerðir verða tiknar út frá eini vágameting við støði í Brekrættindasáttmálanum
  • at felagsskapir á brekøkinum verða tiknir við í gerð og fyrireiking av tilbúgvingarætlanum
  • at seta í verk neyðugar fyriskipanir fyri at tryggja verju og trygd hjá fólki, ið bera brek, sum eru í vandabólki, eitt nú í krígsstøðu, humaniterum vandastøðum og náttúruvanlukkum
  • at viðurkenna rættindini teirra, ið bera brek, til eins og onnur frítt at vera virkin, frælsi til at velja, hvar tey vilja búgva og til ríkisborgaraskap

Vegna Handicaporganisationernes Nordiske Råd, HNR, sum er ráðið fyri norðurlendsku meginfeløgini á brekøkinum,

Tóra við Keldu, forkvinna, MEGD
Nicklas Mårtensson, formaður, Funktionsrätt Sverige
Eva Buschmann, forkvinna, FFO - Funksjonshemmedes fellesorganisasjon, Norra
Anna Caldén, SAMS - Samarbetsförbundet kring funktionshinder, Finnland
Alma Ýr Ingólfsdóttir, forkvinna, ÖBÍ réttindasamtök, Ísland
Christina Johnsen, NIIK, Grønland
Pirkko Mahlamäki, Handikappforum Finland, og forkvinna í kvinnunevndini í European Disability Forum
Thorkild Olesen, formaður, DH - Danske Handicaporganisationer, Danmark
Karl Wahlman, virksemisleiðari, Funktionsrätt Åland

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024