Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Landsstýrismaðurin í lógarmálum segði í samrøðu við Kringvarp Føroya, at hann tók viðmerkingarnar hjá MEGD til eftirtektar, tí nýggja uppskotið um fosturtøkulóg loyvdi mismuni vegna brek. Harvið kundi uppskotið vera í ósamsvari við altjóða brekrættindasáttmálan. Samrøðan við landsstýrismannin skapar tó framhaldandi grundleggjandi ivamál millum annað við manglandi allýsing og strikan av hugtakinum brek, umframt at feløg uttan samtykki kunnu fáa álagda ráðgevingarskyldu. Enn er tíð at gera tillagingar, nú lógaruppskotið verður lagt fyri Føroya løgting.

Strika brek upp á kvamsvís

Í innslagnum í Kringvarpi Føroya 14. februar sigur landsstýrismaðurin seg hava tikið viðmerkingar frá MEGD í hoyringarskrivinum til lógaruppskotið til eftirtektar, og at hann út frá teimum valdi at strika orðið brek í lógartekstinum, so einki ivamál skuldi vera um mismun.

Talan er sannlíkt um mistulking av hoyringarskrivinum, og valdi MEGD tí at senda Løgmálaráðnum fyrispurning um at fáa neyvari kunning um, hvat hetta ítøkiliga fer at merkja fyri lógina, og hvussu hon verður tulkað. Tað hevði stóran týdning at fáa greiðu á hesum, áðrenn lógaruppskotið varð sent Løgtinginum at viðgera.

Í stuttum hevur MEGD mælt til at herða treytirnar fyri at loyva fosturtøku vegna brek eftir viku 12, men hevur ikki mælt til forboð.

Ítøkiliga hevur MEGD til dømis mótmælt, at uppskotið sambært grein 3 loyvir fosturtøku vegna brek, bæði hjá kvinnuni og fostrinum, og hevur mælt til at strika grein 5 í lógaruppskotinum, sum loyvir fosturtøku so seint í viðgongutíðini, at fostrið, sum ber brek, er lívført. MEGD hevur tó ikki mælt til at strika orðið brek í lógini sum heild, serliga við tí orsøk, at uppskotið ikki lýsir, hvat brek merkir.

 

Allýsingin av breki framvegis grundleggjandi týdning

Hóast orðið brek verður strikað úr lógartekstinum, hevur hugtakið stóran týdning fyri øll, ið verða fevnd at lógini, millum onnur borgarar, heilsustarvsfólk og málsviðgerðar. Framvegis eru ivamál um, hvar markið millum sjúku og brek gongur. Ein avleiðing kann vera, at onnur hugtøk, so sum sjúka, í verki kunnu loyva fosturtøku vegna brek ella vegna ættarrøkt (eugeniskar orsøkir).

MEGD hevur tí í fyrispurninginum til Løgmálaráðið sagt, at allýsingin av hugtakinum brek í brekrættindasáttmálanum eigur at vera staðfest í lógini, so at grundarlagið at basa mismuni vegna brek verður styrkt.

Í svari frá Løgmálaráðnum stendur, at avgerð varð tikin um at strika orðið brek úr grein 3, nr. 3, og víst varð á, at orðið brek fevnir breitt og kann elva til misskiljingar. Tí ætlanin við lógaruppskotinum er ikki at loyva fosturtøku orsaka av ávísum breki.

Í verandi lógarteksti verður fosturtøka vegna brek eftir viku 12 loyvd, um barnið fær álvarsliga sálarliga ella likamliga sjúku. Tað er við øðrum orðum altíð ein ítøkilig meting, bæði læknalig og í samráðnum, út frá ítøkiligu støðuni hjá kvinnuni og fostrinum.

Vandin er, at brek her verður hugsað sum ein ávís støða. Hinvegin leggur allýsingin sambært altjóða brekrættindasáttmálanum dent á, at tað heldur er í samspælinum millum tann, ið ber brek, og kringumstøðurnar, sum skapar forðingar. Við hesum er enn ivamál um, hvussu lógin fer at brúka fylgjandi orðingar í verki: álvarslig sálarlig sjúka, likamlig sjúk og álvarslig avskap.

 

Áløgd ráðgevingarskyldu uttan samtykki

Harumframt er ivi um ráðgevingina. Sambært uppskotinum skal tann læknin, sum fær eina umsókn um fosturtøku, upplýsa kvinnuna um møguleikan fyri ráðgeving og stuðulssamrøðu.

Ráðgevingin er sett við fakfólki við tí endamáli at ráðgeva, upplýsa og kunna um møguleikar fyri at fáa hjálp og stuðul, so sum fíggjarligan, sosialan og sálarfrøðiligan stuðul undir hesum, hvørji tiltøk kunnu setast í verk, um kvinnan velur at eiga barnið.

Í viðmerkingunum, sigur Løgmálaráðið, at MEGD verður mett at hava vitan um tey omanfyri nevndu tilboð, sum eru tøk. MEGD hevur bæði í hoyringarskrivinum og í eftirfylgjandi fyrispurningi upplýst, at MEGD hevur hvørki førleikar ella orku til slíka ráðgeving, og at hon eigur at vera ein myndugleikauppgáva.

Tað er átaluvert, at Løgmálaráðið ynskir at áleggja skyldur á umboðandi feløg uttan samtykki.

 

Tíð til at lýsa lógina

Onnur ivamál eru eisini, og eigur hetta málið at taka ta tíð, tað krevur, so tað nøktandi kann verða viðgjørt, greinað og upplýst. Tað er tað ikki enn.

Við ivaspurningum í hesum annars viðkvæma og trupla máli, heitti MEGD tí á Løgmálaráðið um hoyringarfund um broytingarnar. Ein hoyringarfund við møguleika at umrøða týðandi viðurskifti saman við landsstýrismannininum og øðrum viðkomandi pørtum. Hetta var ikki játtað.

Seinastu møguleiki er nú helst góð tíð til hoyringar í rættarnevndini umframt eitt fakligt og nøktandi orðaskifti á Føroya løgtingi.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

 

Les hoyringarskrivið hjá MEGD til uppskotið til fosturtøkulóg við at trýsta á HER.

Les greinina frá februar 2024 'Fosturtøka vegna brek er mismunur' HER.

Lurta eftir innslagnum í Kringvarpi Føroya HER

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024