Brekrættindaumboð: Frá pappíri til lógarfest rættindi

januar 23, 2024

Tað er altumráðandi, at eingin ivi verður um, at komandi brekrættindaumboðið, sum skal vera við til at útinna brekrættindasáttmálan hjá ST í føroyski lóggávu, verður púra óheft av stjórnarvaldinum. Eisini er umráðandi, at feløgini, ið umboða fólk við breki, fáa eina týðiliga rødd í samband við virksemið hjá nýggja umboðnum.

Lógaruppskot er lagt fyri Føroya løgting um eitt brekrættindaumboð. Eitt umboð, sum kann fáa ein avgerðandi leiklut í arbeiðinum, at umseta løgfrøðiliga bindandi ásetingar í altjóða rætti til meira ítøkilig rættindi í føroyskari lóggávu.


Tað var í 2009, at Løgtingið segði, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek – brekrættindasáttmálin – skuldi vera galdandi fyri Føroyar. Síðani hava vit havt eina skyldu at skipa okkara lóggávu, so at lógin javnsetir okkum øll. Uttan mun til persónligar førleikar.


Virka fyri, verja og hava eftirlit

Sermerkt við brekrættindasáttmálanum er, at hann – sum tann einasti altjóða sáttmálin Føroyar hava bundið seg til – áleggur okkum eina skyldu til at stovna eina innlendis mannarættindaeind. Eina eind, sum skal virka fyri, verja og hava eftirlit við rættindunum hjá fólki, ið bera brek. Og tað er hetta, sum nú verður gjørt við at stovnseta eitt brekrættindaumboð.

Uppgávurnar hjá brekrættindaumboðið verða m.a. at:

  • hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við ST-sáttmálan
  • ráðgeva um rættindi, klagu- og kærumøguleikar á brekøkinum
  • úttala seg alment um viðurskifti á brekøkinum
  • veita upplýsing, ið kanna ala fram virðing fyri rættindum á brekøkinum
  • tryggja, at røddin hjá fólki, ið bera brek verður týðiligari í samfelagnum
  • hoyra fólk, ið bera brek og áhugafeløg teirra

Brekrættindaumboðið verður ikki klagumyndugleiki, soleiðis sum vit t.d. kenna tað frá Løgtingsins Umboðsmanni, men fer at arbeiða meira yvirskipað.

Millum annað verður uppgávan alment at vísa á, hvørji viðurskifti virka, hvørji tørva ábøtur og hvørji rættindi vit mangla í Føroyum.

 

Óhefnið er altumráðandi

Skulu vit fáa eitt eftirlit við brekøkinum, sum virkar eftir sínum endamáli, mugu vit skipa eindina av einslystum eftir teimum meginreglum, sum ST hevur samtykt fyri slíkar mannarættindastovnar. Og eitt av teimum heilt avgjørdu krøvum er, at mannarættindaeindin virkar fyrisitingarliga og fíggjarliga óheft av stjórnarvaldinum.

Tað eru meira enn 100 mannarættindastovnar í heiminum, men tað eru ikki allir, sum hava fingið fulla góðskustemplið frá ST sum óheftir eftirlitsstovnar, m.a. tí at teir hava ligið ov nær upp at stjórnarvaldinum.

MEGD vil tí staðiliga mæla frá, at brekrættindaumboðið verður skipað sum partur av útinnandi valdinum, sum umboðið skal hava eftirlit við og kunna tala at, tá ið tað er neyðugt. Hetta er ikki í samsvari við meginreglurnar hjá ST.

Tí mælir MEGD til, at tað verður Føroya løgting, sum setur brekrættindaumboðið, og at umboðið t.d. fyrisitingarliga verður knýtt at Løgtingsins umboðsmanni, men tó sum ein eind fyri seg og við neyðugari fígging. Á líknandi hátt sum summi av okkara grannalondum hava skipað seg – við góðum úrtsliti og altjóða viðurkenning.

Á hendan hátt kunnu vit tryggja, at brekrættindaumboðið vónandi einaferð kann fáa akkreditering ella altjóða viðurkenning frá ST, og samstundis sleppa vit okkum undan vandanum fyri, at Føroyar skovna eina mannarættindaeind, sum ikki livir upp til altjóða krøv og verður fyri atfinningum, tá ið vit um stutta tíð aftur skulu til próvtøku hjá ST á brekrættindaøkinum. Tað kunnu vit forða fyri, gera vit okkum ómak.

 

Feløgini mugu fáa góða umboðan

Einki um okkum, uttan okkum er kent orðafelli, sum er knýtt at ST-sáttmálaum um rættindi hjá fólki, ið bera brek.

Ein grundtanki aftanfyri sáttmálan er nevniliga, at fólk við breki, skulu hava ein avgerðandi leiklut í arbeiðnum við at umseta ST-sáttmálan til innlendis lóggávu, tænastur og tilboð, sum eru í samsvari við ST-sáttmálan. Tí tað eru tey, sum kenna trupulleikarnar á egnum kroppi, sum kenna brekøkið best og kunnu finna loysnir.

Tískil er tað umráðandi, at feløgini, sum umboða fólk við breki, verða væl umboðað í nevndini, sum verður sett at geva brekumboðnum góð ráð og tilmælir. Sambært verandi uppskoti hava feløgini bert fingið tillutað eitt av tilsamans 7 limum í hesi nevmdini, sum vit ikki halda vera umboðandi sambært meginreglunum hjá ST fyri mannarættindastovnar.

 

Navnið má broytast

Brekumboð er navnið á føroysku mannarættindaeindini, sum nú verður skotin upp at seta á stovn. Tað navnið má broytast til brekrættindaumboð. Orsøkirnar eru fleiri. Eitt nú gera vit skilað til Løgtingsins umboðsmann og Barnaumsboðsmannin, sum eru stovnar, ið viðgerða klagur frá borgarunum.

Við ískoytinum rættindi leggja vit dent á tað, sum málið í veruleikanum snýr seg um: nevniliga at tryggja, at mannarættindi, Føroyar hava bundið seg til á pappírinum, verða umsett til ítøkilig rættindi í innlendis lóggávu. Samstundis boða vit frá, at vit sum samfelag hava flutt okkum frá eini tíð, har fólki við breki vóru sett í sambandi við vælvild og olmussu til eina nýggja tíð, har fólk við breki hava fingið ítøkilig løgfrøðilig rættindi.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024