Brekpolitikkur er samfelagpolitikkur

mai 2, 2024

18. apríl var aftur fundur í Handikaporganisasjonenes Nordiske Råd, stytt HNR. Í Stokkhólmi møttust meginfeløgini í norðurlondum at tosa um støðuna á brekøkinum, og hvat fyllir í arbeiðinum júst nú.

Limalondini í HNR eru Ísland, Danmark, Føroyar, Grønland, Norra, Svøríki, Norra, Finnland og Áland. Hóast londini eru ymisk, so hava vit felagsheitið Norðurlond. Og hóast londini eru ymisk, so eru á brekøkinum fleiri felags drøg, sum eru viðkomandi og neyðug saman at taka upp.

Øll londini hava viðurkent brekrættindasáttmálan, og øll meginfeløgini arbeiða tí við brekrættindasáttmálanum sum grundarlag. Sostatt hava allir luttakarar eitt felags grundarlag í arbeiði sínum, eitt nú at samanbera avbjóðingar og loysnir, og og at fáa íblástur til egið arbeiði heima og til møguligt samstarv.

Í framløgunum hesaferð fylti arbeiðið við skuggafrágreiðingum til ST-brekrættindanevndina. Svøríki hevur eitt nú júst verið til próvtøku í Genève, og hava tey júst fingið niðurstøðurnar frá nevndini. Hetta gav áhugavert prát um, hvussu brekrættindasáttmálin eigur at verða framdur í verki, og hvussu politiski myndugleikin og sivilsamfelagið í felag kunnu finna loysnir t.d. í mun til, hvussu avvarðandi partar skilja og fremja inklusjón, atkomu, sjálvsavgerðarrætt og rættindi, sum heild. Og hvussu partarnir halda, at støðan yvirskipað er.

Ein av upplivingunum, sum Svøríki situr eftir við eftir hoyringina í ST, er, at politiski myndugleikin hevur hug til at lýsa veruleikan betri, enn hann í veruleikanum er, og hesin munurin á orðum og veruleika merkist ítøkiliga í gerandisdegnum hjá fólki, ið bera brek. Alsamt fleiri dømi eru um, at skipanir og tilboð ikki eru skipað eftir tørvi hjá fólki, men at fólk heldur skulu tillagas seg eftir skipanum og tilboðum. Hetta skapar misstrivnað, verri heilsu og er í longdini sera kostnaðarmikið og óskynsamt fyri allar partar.

Ein av viðkomandi spurningunum frá svium er samstundis, hvørja ávirkan viðmerkingarnar frá ST-brekrættindanevndini veruliga hava á politiska myndugleikan, og hvussu kunnu vit saman best áhaldandi halda lív í niðurstøðurnar, sum við tíðini kunnu vera við til at styrkja vælferðarsamfelagið, um lurtað verður eftir teimum. Og samstundis ikki minst fáa hesa vitanina út til fólkið.    

Í samband við samstarvið í HNR er stóri spurningurin, hvussu Norðurlond kunnu samstarva, so brekrættindi verða styrkt á øllum geirum og í øllum Norðurlondum.

Longu í august skulu Danmark, Grønland og Føroyar til hoyring hjá ST-rættindanevndini. Frágreiðing úr Føroyum er um at vera liðug, og er tað MEGD, sum hevur staðið fyri at skriva hana við støði í vitan og royndum úr sivilsamfelagnum í Føroyum.

Fleiri myndir eru HER.

Seinastu tíðindi

Brúka so bara bussin

mai 17, 2024

Levi gongur nú á miðnámsskúla

mai 12, 2024

Brekpolitikkur er samfelagpolitikkur

mai 2, 2024

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024