Vit mugu dyrka loysnirnar

juli 22, 2023

Alt lívið hevur Ragnhild Dahl starvast á serøkinum, og hon heldur, at fólk í skipanini eiga at dyrka loysnirnar uppaftur meira, mugu vísa fólki á bíðlistum størri áhuga og vera til reiðar at finna smáar praktiskar batar, ið kunnu hjálpa kroystum familjum í gerandisdegnum

Orð: Eyðun Klakstein. Mynd: Jens Kristian Vang. Greinin stendur eisini at lesa í nýggjasta MEGD-blaðnum.

Tá ið Ragnhild Dahl sum ung kvinna fór á skúla í Danmark, legði hon samstundis grundarlagið fyri lívsstarv sítt á serøkinum í Føroyum. Hon og ein vinkona fóru í læru sum umsorganarassistentar, sum tað æt tá, og tá ið Ragnhild kom heimaftur, fór hon beint til arbeiðis á serøkinum, og har starvaðist hon, til hon fór frá fyri aldur fyri trimum árum síðan. Nú er hon ráðgevi hjá Javna og er tí framvegis við og veitir sína nógvu vitan og royndir á serøkinum.

- Eg brenni fyri serøkinum, og eg havi arbeitt alt lívið á hesum øki og geri tað framvegis. Eg havi áhuga fyri menniskjum. Vit kunnu vera ymisk og koma í allar hugsandi støður, men tá ið alt kemur til alt, eru vit menniskju, sigur Ragnhild Dahl, ið tosar heil- og heithjartað um menniskjuni, ið hava tørv á stuðli og hjálp. Hon er stórur fortalari fyri, at fólk, ið starvast í almennum skipanum, gera eitt sindur eyka fyri at hjálpa teimum, ið hava avbjóðingar av ymsum slag.

 

Útbúgving og arbeiði

Ragnhild Dahl er ættað úr Fuglafirði, men hevur búð í Havn meginpartin av lívinum.

Í 1972 fór Ragnhild saman við einari vinkonu til Danmarkar at læra til umsorganarassistent, sum útbúgvingin var kallað tá. Tær hoyrdu til Rødbygaard, ið var stovnur fyri fólk við menningartarni. Føroyingar við menningartarni, sum tá í tíðini vóru sendir niður, fóru á Rødbygaard, og tí vóru føroyingar, ið skuldu taka útbúgvingar á økinum, knýttir at stovninum. Útbúgvingin var at líkna saman við lærupláss, tí Ragnhild og vinkonan vóru til arbeiðis á Rødbygaard, og so fóru tær á skúla tvær ferðir í hálvt ár hvørja ferð. Í 1975 fekk Ragnhild prógvið.

- Eg kom heim til Føroya sama dag, sum eg var liðug við útbúgvingina. Eg hevði alla tíðina sagt, at eg skuldi heimaftur beinanvegin, sigur hon.

Í apríl í 1975 fór Ragnhild at starvast á Deild 5 á Landssjúkrahúsinum, eisini kallað Statshospitalið. Har var deild fyri børn og ung við ymiskum avbjóðingum, sum vóru komin heim úr Danmark í 1973. Har var eisini pensjónat fyri vaksin. Í 1980 var Eirargarður tikin í nýtslu, og tá bleiv Ragnhild leiðari á einari av teimum fýra deildunum har. Í 1988 skifti Ragnhild starv og varð sonevndur heimavegleiðari hjá Andveikraverndini, ið ráðgav fólki, sum høvdu børn ella vaksin við menningartarni búgvandi heima. Í 1994 varð Andveikraverndin løgd saman við Almannaverkið, og tá flutti Ragnhild við inn á Almannaverkið, og har starvaðist hon við ymsum uppgávum á ymiskum økjum inntil 2020, tá ið hon fór frá fyri aldur. Síðan hevur hon verið ráðgevi hjá Javna, ið er felag fyri fólk við menningartarni og avvarðandi teirra.

 

Øll bíða

Ragnhild Dahl hevur nógv upp á hjartað, nú vit hitta hana at tosa um økið, hon hevur starvast á alt lívið. Hon viðurkennir lógverk og skipanir sum avgerandi grundarlag, men hon heldur eisini, at tað ber til at vera fleksibul og gera eitt sindur eyka innanfyri lógarkarmar og heimildir.

- Tá ið eitt barn verður føtt, kann tað vísa seg beinanvegin, ella sum barnið veksur til, at tað hevur ein serligan tørv. Hetta kann geva avbjóðingar í familjuni, og tí hevur familjan tørv á ráðgeving.

- Tá ið eg arbeiddi á Andveikraverndini spurdu vit ikki, hvat barninum feilti ella hvørja diagnosu tað hevði, men vit vistu, at børn, sum antin høvdu onkra sjúku ella okkurt brek, kundu vera ein avbjóðing hjá familjunum. Vit ráðgóvu foreldrunum út frá teirra umstøðum og vístu teimum á, hvat tey kundu gera, hvar tey kundu venda sær, og hvussu tey kundu fáa hjálp og so víðari, sigur hon.

- Almannaverkið hevur í dag Heimaráðgeving til familjur við børnum frá 0 til 18 ár við serligum tørvi. Í løtuni verður henda ráðgevingin avmarkað til tvær diagnosur. Almannaverkið ráðgevur hesum bólkum, men um barnið hevur aðra sjúku, tarn ella brek, so fáa tey ikki somu serkønu ráðgeving, tí tað hevur Almannaverkið ikki karmar til.

- Diagnosurnar hava stóran týdning fyri hjálpina, ið foreldrini fáa, men sum eg síggi tað, hava familjurnar brúk fyri ráðgeving, líkamikið um tey hava fingið diagnosu ella ikki, ella um tey hava aðrar avbjóðingar enn autismu ella ADHD.

Ragnhild vísir á, at Almannaverkið viðger vanliga øll mál rætt og rímligt.

- Tey viðgera ítøkiligu málini og játta stuðul ella tænastur. Tey kunnu til dømis siga, at onkur hevur rætt til bústað. Trupulleikin er bara, at tað er eingin bústaður tøkur. Og soleiðis er við øðrum tænastum eisini. Fólk verða sett á bíðilistar, og har bíða tey í langa tíð. Grundin til, at tilboðið ikki kann latast, er vanliga, at tað mangla bústaðir, pláss, pengar ella starvsfólk. Orsøkin er ikki, at Almannaverkið ikki vil veita tænastur, tað gera tey, men tænastan er bara ikki tøk til øll.

- Í dag er tað soleiðis, at líkamikið um tú ert barn, ung ella vaksin við avbjóðingum, so bíðar tú eftir onkrum. Øll bíða alla tíðina. Summi bíða eftir tænastum, onnur bíða eftir bústaði, og uppaftur onnur bíða eftir øðrum.

- Fólk verða sett á bíðilistar, og tað eru eingir skipaðir bíðilistar á tann hátt, at fólk vita, hvat nummar tey standa á. Fyrimunurin við tí er, at ítøkiligi tørvurin kann hava ávirkan á, nær og hvussu fólk fáa tær ymisku tænasturnar. Men tað standa nógv fólk við stórum og átrokandi tørvi á bíðlista í langa tíð.

 

Samspælið

Ragnhild Dahl vísir á, at í Føroyum duga fólk væl til at taka sær av hvørjum øðrum, og tað er stór styrki fyri samfelagið, men tað kostar eisini hjá fólki, ið ikki fáa neyðugu hjálpina frá landi ella kommunum.

- Foreldur og familja annars mugu taka eitt stórt tak fyri at hjálpa børnum, ungum og vaksum við avbjóðingum, og tíbetur er tað framvegis soleiðis í Føroyum, at vit royna at taka okkum av okkara egnu so væl, sum vit kunnu. Nógv av teimum ungu ella vaksnu vilja gjarna standa á egnum beinum og klára seg sjálvi, uttan at familjan skal hugsa um tey alla tíðina, men tey mugu fáa hjálp frá almennum skipanum til tað.

- Tá ið ungfólk fylla 18 ár, sigur Almannaverkið, at so eru tey vaksin og hava ábyrgd av sær sjálvum. Tá eru tað í prinsippinum ikki foreldrini, ið hava ábyrgdina longur. Foreldur kunnu fáa gjald fyri inntøkumiss, tá ið tey eru heima hjá barni við avbjóðingum, men tað gjaldið steðgar á degnum, tá ið barnið fyllir 18 ár.

- Eg hugsi, at vit áttu at fingið lógarverk og annað at spæla betur saman. Vit blíva betur til so nógv. Vit kenna betur avbjóðingarnar og diagnosurnar, vita betur, hvussu vit skulu hjálpa og stuðla, og lógarverkið verður betrað, men eg veit ikki, um vit fara at duga so nógv betur at fáa alt hetta at spæla saman og fáa tað at rigga, sigur Ragnhild Dahl.

 

Bíðilistarnir

Hesa løtuna tosar hon frítt um tankar, hon hevur gjørt sær eftir drúgt arbeiðslív á serøkinum.

- Tað er gott, at málini verða viðgjørd væl, og fólk fáa boð um, at tey hava fingið játtan til búðpláss ella onkra tænastu, men í nógvum førum koma tey á bíðilista. Og har standa tey. Tað leggur stórt trýst á øll, bæði tey, ið hava avbjóðingarnar, familju teirra og eisini sjálva skipanina.

- Í nógvum førum vita fólk ikki, um tey eru gloymd av Almannaverkinum, ella um tey veruliga standa á einum bíðilista og fara at fáa eitt tilboð. Í nógvum førum kann tað ganga long tíð, har fólk einki frætta um nakað, og tað kann vera køvandi at bíða og bíða og ikki vita, nær nakað fer at broytast. Um fólk ella avvarðandi ikki sjálvi royna at spyrja, fáa tey einki at vita. Tað eiga vit at kunna gera betur. Vit mugu hugsa meira um at kunna hesi fólk, ið standa á bíðlista – eisini hóast einki tilboð er til teirra. Har haldi eg, at tey á Almannaverkinum av og á kundu ringt til fólk á bíðilistunum, spurt tey, hvussu tað gongur, og sagt teimum frá støðuni, eisini hóast tilboðið ikki er klárt, sigur Ragnhild Dahl.

- Vit mugu síggja og kenna menniskjuni, ið hava brúk fyri tænastum og stuðli. Vit kunnu ikki bara kenna teirra p-tal, teirra diagnosu og teirra umsókn. Hetta snýr seg ikki bara um lógir, umsóknir, kt-skiparnir og bíðilistar. Vit mugu vita, hvørji fólkini eru, og hvussu tey eru. Kenna tey sum menniskju, sigur hon.

- Tað kann gera stóran mun, um starvsfólk av og á taka telefonina og ringja til tey, ið bíða eftir onkrum. Vísa áhuga fyri teimum. Spyrja tey, hvussu tað gongur, greiða teimum frá, hvussu støðan er, og vita, um tað er okkurt, tey kunnu hjálpa við. Tann hugburðurin kann gera stóran mun hjá teimum, ið hava tað trupult og eru pressað í gerandisdegnum, og hann er nakað heilt annað enn, at hesi fólk bara fáa at vita, at tað er ikki heimild at veita teimum onkran stuðul, ella at tænastan ikki er tøk, og tey mugu bara bíða.

Ragnhild heldur, at í fleiri førum ber til at finna onkrar smærri loysnir, sum í minsta lagi bøta um støðuna hjá teimum, meðan tey bíða.

- Vit eiga at duga betur at finna smáar praktiskar loysnir innanfyri heimildarnar, og tað ber veruliga til at gera mun við smáum tillagingum. Eg veit tað, tí eg havi roynt tað, og eg veit um dømi, tá ið starvsfólk, stovnar, kommunur ella onnur hava funnið praktiskar loysnir. Vit kunnu gera so nógv, uttan at vit fara út um heimildirnar ella bróta nakra lóg, og har hugsi eg, at brenna vit veruliga fyri serøkinum, so kunnu vit oftari finna loysnir. Vit mugu gera meira enn bara at avgreiða eina umsókn.

- Familjunar og avbjóðingarnar eru so ymiskar, eingin er líka, og tí kunnu vit laga loysnir og stuðul til ávísu familjurnar.

 

Kunnu meira

Ragnhild Dahl heldur, at almenna tænastan snýr seg eisini um hugburð og vilja.

- Almannaverkið røkir sínar skyldur, og tey gera einki skeivt, men tað snýr seg eisini um at hava hugburð, ið kann bøta um støðuna og gera mun. Jú, hetta snýr seg í vissan mun um pengar og umstøður, men tað snýr seg eisini um, hvussu tú skipar teg, hvussu tú samstarvar, og hvussu tú finnur loysnir, heldur hon.

- Og so áttu vit eisini at duga betur at gjørt smáar tillagingar, hjálpt við smátingum, ið kunnu hjálpt familjunum nakað. Tí í nógvum førum kann onkur lítil praktisk hjálp ella avmarkaður stuðul bøta um støðuna hjá familjuni, heldur hon.

- Tað eru altíð sólskinssøgur, har fólk fáa neyðuga hjálp skjótt og væl. Fólkini, ið arbeiða á Almannaverkinum, eru dugnalig og vilja væl. Tey eru bara sett inn í eina skipan, ið hevur stórar avbjóðingar í sær sjálvum.

Ragnhild Dahl hevur alt lívið starvast á hesum avbjóðandi øki, har tað ikki bara er lætt at vera starvsfólk og partur av skipan, ið stríðist við at megna meira og røkka longur. Men hon kundi ikki havt hugsað sær at gjørt nakað annað. Hon hevur veruliga brent fyri serøkinum, og soleiðis er tað framvegis.

- Eg havi fingið sera nógv aftur frá fólki, sum eg havi havt við at gera gjøgnum árini. Eg havi ment meg persónliga, eg havi lært um meg sjálva, um menniskju og um lívið. Nærveran, samrøðan og at geva fólki tíð og pláss at siga sína søgu hava havt stóran týdning fyri meg. Hetta hevur eisini varðveitt mín áhuga fyri at arbeiða á serøkinum, og eg eri takksom fyri, at eg havi fingið høvi at arbeitt á hesum øki og havt við so nógv fólk at gera, sigur Ragnhild Dahl.

Seinastu tíðindi

Brekpolitikkur er samfelagpolitikkur

mai 2, 2024

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024