Smátt er gott

august 10, 2023

Seinastu árini eru bygd ymisk sløg av bútilboðum til fólk, ið bera brek, og komandi árini lata onnur nýgg bútilboð upp. Hetta er serstakliga vælkomið, tá ið hugsað verður um vaksandi bíðilistan til bústað, sum á heimasíðuni hjá Almannaverkinum er vaksin frá 145 á bíðilista í 2019 til tey 205, sum í dag bíða. Semja er um, at nú skal byggjast. Tó hevur tað alstóran týdning, at vit gera okkum greitt, hvussu skynsamast er at byggja, og hvat slag av bústøðum eru mest virðiligir fyri búfólk, avvarðandi og starvsfólk.

Myndina hevur ein skúlanæmingur í Eysturkommunu teknað MEGD.

Søgan og framtíðin

Tá ið vit tosa um bygging, so gevur søgan og gransking greiðar ábendingar um, at hugtøk sum effektivisering, stovnar ella stovnsgerð og stórrakstur í mongum førum kunnu skapa mistrivnað, vera óvirðilig - og til tíðir vera skaðilig - fyri fólk, ið bera brek.

Hetta kveikir ótta hjá mongum, og samstundis kenna fólk seg noydd at hugsa: Um vit ikki góðtaka tað, vit verða bjóðað, so fáa vit kanska einki. Við virðing fyri teimum, ið enn bíða, og avvarðandi teirra, eiga vit við støði í altjóða brekrættindasáttmálanum, hagtølum og gransking at grundgeva væl fyri, hví og hvussu vit velja at byggja í komandi árini.

 

Er stórt tvørt?

Frágreiðingin „Í góðum hondum”, sum var gjørd á embætismannastigi, lýsir bæði tvørgeiraliga trupulleikan og gevur boðum uppá, hvat kann gerast fyri at tálma starvsfólkatørvinum komandi árini og samstundis tryggja, at vælferðartænasturnar eisini í árunum, sum koma, kunnu verða loystar á ein fakliga fullgóðan hátt.

Einsíðugt hyggur kanningin tó eftir starvsfólkaviðurskiftum. Fólk, ið bera brek, ella avvarðandi teirra, vóru ikki við í arbeiðinum, og vit vóru heldur ikki spurd. Tað er sjálvsagt ein avbjóðing í sjálvum sær, tá ið vit hugsa um ynskiliga hugburðin í orðingini á altjóða brekøkinum „Einki um okkum uttan okkum”.

Tí stendst eisini ein ávísur ótti av útmeldingini hjá løgmanni í Kringvarpi Føroya í farnu viku, tá ið hann tosar um effektivisering, stórrakstur og at byggja størri stovnar á brekøkinum. Vit fáa hug at spyrja, hvussu politiska skipanin veit, hvat skynsamast og virðiligast er at gera, tá ið vit byggja sambýli, búfelagsskapir, bú- og viðgerðareindir og vónandi komandi røktarbústað til okkara, tá ið vit ikki verða spurd.

Hervið er ikki sagt, at skynsamt er, sum Almannaverkið vísir á í frágreiðingini, at stovnsbygnaðurin á Almannaverkinum er eyðkendur av nógvum, smáum bústovnum, har 37 av 43 stovnum hava færri enn 11 búpláss. Tí umframt, at teir eru smáir, húsast fleiri av teimum í bygningum, sum ikki eru bygdir ella egnaðir til endamálið. Víst verður eisini á, at seinasta bygningsmetingin, sum Almannaverkið hevur gjørt saman við Landsverki, vísir, at á leið 60% av bygningunum eru partvís ella fullkomiliga ótíðarhóskandi til endamálið.

Sjálvsagt er tí neyðugt at umskipa núverandi bústaðarmøguleikar fyri fólk, ið bera brek, so bústaðirnir verða bygdir til endamálið, at teir savna ymiskar tænastur, tilboð, umlætting og virknistilboð á sama matrikkli, og at teir soleiðis gerst egnaðir.

Tó einsíðugt at siga, at tað skal gerast í størri eindir, eiga vit at vera varin við.

 

Hvat er stórt?

Eins og einstaklingafyriskipanir væl møguliga ikki gagna teimum, ið búgva har, ella avvarðandi og starvsfólki, so vísir útlendsk gransking, at stórir stovnar ikki gagna búfólkunum. Hugsanin um fyrimunir við stórrakstri við stórum stovnum líkist kring allan heim. Her kemur ein bláoygd hugsan, sum ikki enn er skjalfest í Føroyum, til kennar, og eisini verður hildið uppá, at stórir stovnar fyribyrgja einsemi hjá búfólkunum, og at tað fakliga støði hjá starvsfólkum verður styrkt.

Føroyskar kanningar, hagtøl ellagransking hava vit ikki, men um vit vísa til norska gransking, so kann frágreiðingin „Utviklingshemmetes bosituasjon 2021” millum aðra gransking vera áhugaverd. Umframt, at hon vísir, at ov mong vaksin, sum bera brek, búgva heima, so vísir hon eisini, at stórar eindir hvørki geva betri fakumhvørvið ella fyribyrgja einsemi hjá búfólkum.

Tá ið hugsað verður um grein 19 í altjóða brekrættindasáttmálanum um „at liva sjálvstøðugt og verða tikin við í samfelagið”, so er sera torført við hugburðinum um stórrakstur at liva upp til tað, sum Føroyar hava bundið seg til. Millum annað at viðurkenna rættin hjá øllum fólkum, ið bera brek, at liva í samfelagnum á jøvnum føti við onnur og við somu valmøguleikum, og at tryggja at fólk, ið bera brek, sleppa at velja sær bústað og velja hvar og saman við hvørjum, tey vilja liva - á jøvnum føti við onnur - og tey skulu ikki vera noydd at liva í serligum bústøðum.

 

Hvat er best?

Vit støði í útlendskari gransking, og royndum hjá mongum her í Føroyum, eiga vit at gera okkum greitt, hvat vit ynskja, tá ið vit byggja bústaðir til fólk, ið bera brek. Vælkomin er byggingin, sum nú tykist at hava fingið ferð, og tó eiga vit samstundis fram um alt at hyggja eftir stóru myndini.

Viðkomandi er eisini spurningurin, hvat vit vinna av peningi, um vit í stórum stovnum fáa starvsfólk, ið ikki megna at skapa trivnað ella tryggja heilsu hjá búfólki, og harvið fáa búfólk, sum fáa størri tørv á øðrum tilboðum og veitingum, tí bústaður teirra er eyðkendur av stórrakstri. 

Vónandi fáa vit komandi tíðina eitt gott og granskingargrundað kjak um hetta, samstundis sum tað, sum vit seta út í kortið av bygging verður skynsamt, so vit komandi 10 árini fáa munandi minkað væl og virðiliga um langa bíðilistan, sum ikki gagnar nøkrum.

***

Trýst her og lurta eftir Breddanum, sum seinna partin av sendingini 9. august 2023 viðgjørdi sama evni.

Trýst her og lurta eftir Breddanum 11. august 2023, sum viðgjørdi sama evni.

Seinastu tíðindi

Brekpolitikkur er samfelagpolitikkur

mai 2, 2024

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024