Arbeiðsmarknaðurin skal gerast meira fevnandi

oktober 21, 2023

Í døgunum 19. og 20. oktober var MEGD við á fundi í norðurlendska brekráðnum, Rådet för nordiskt samarbete om funktionshinder, og hesa ferð í Keypmannahavn.

Ráðið liggur undir norðurlendska ministararáðnum og er sett við tveimum umboðum fyri hvørt norðurland, eitt frá almenna myndugleikanum og eitt frá meginfeløgunum. Frá Almanna- og mentamálaráðnum er Barbara Álvsdóttir Thomsen umboð. Her verður tosað um, hvussu norðurlond kunnu samstarva til frama fyri brekøkið.

 

Tey ungu hava eina klára rødd

Eitt av stóru evnunum var, hvussu brekráðið best kann verja og tryggja rættindi og sjónarmið hjá børnum og ungum í samlaða arbeiðinum. Hetta er partur av strategiini hjá brekráðnum fyri 2023–2027. Við á fundinum vóru ung úr øllum Norðurlondunum, sum dagarnar fyri fundin saman høvdu arbeitt við, hvat tey arbeiða við hvør sær, og hvat hevur týdning at standa saman um.

Tey ungu løgdu fram við støði í kjaki og bólkaarbeiði frá døgunum saman. Tey vóru samd um, at norðurlendska brekráðið eigur at hava sessir til ung, ið bera brek. Hetta fyri at tey kunnu hava ávirkan á tað, sum tosað verður um og verður gjørt. Tað er torført at verja og tryggja teirra sjónarmið í frástøðu.

Samstundis hevur tað týdning, at Norðurlondini hava hvør sítt umboð, tí londini eru so ymisk, og her eiga allar røddirnar at verða hoyrdar. Umframt hevði hetta styrkt eitt betri samstarv millum ungdómsfeløgini.

Eingin greið niðurstøða var gjørd, men arbeitt verður víðari við, hvussu hetta kann gerast. Her er áhugavert leinki til, hvøri tey ungu eru, og hvat tey hava uppá hjarta.

 

Arbeiðsmarknaðurin fyri fólk, ið bera brek

Eitt annað stórt evni var arbeiðsmarknaðurin. Hvussu kann arbeiðsmarknaðurin betri fevna enn fleiri, ið bera brek, og hvørjar avbjóðingar eru nú, og hvørjar verða í framtíðini.

Tað hevur týdning, at samfelagið fær gagnnýtt tilfeingið, ið er í einstaklinginum. Ikki fyri at samfelagið skal krevja ov nógv av borgarum, men fyri at hvør einstakur kann fáa møguleika at vera saman við øðrum, at hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin og mennast sum menniskja.

*

Tom Tvedt, sum er formaður í Norsk Forbund for Utviklingshemmede, NFU, vísti á, at lívið í stóran mun í dag er arbeiði. Fyrsti spurningurin vit spyrja, tá ið vit møtast, er, hvat gert tú? Hann vísti á, at ov mong, ið bera brek, ikki eru partur av arbeiðsmarknaðinum. Sjálvt í dag, tá ið arbeiðsmarknaðurin skríggjar eftir arbeiðsmegi. Vanliga ganga tey flestu eini 13 ár í skúla, og tá ið tey eru liðug, eru tey knappliga ikki nóg góð at vera arbeiðsmegi. Hetta er ofta orsaka av, at tey ikki verða loftað nógv skjótt.

Størsta avbjóðingin í hesum er helst, at øll siga seg vera samd um, at her eigur sjálvandi at vera pláss fyri øllum – og tó hendir ov lítið, heldur Tvedt. Umberingin er ofta, at hesi ongar royndir hava, ella at atkoman ikki er nøktandi. Men í veruleikanum botnar tað í manglandi vitan, fordómum og góðum skipanum, sum leggja upp til, at fleiri fáa arbeitt, heldur hann, og endar við, at hetta handlar um grundleggjandi manglandi mannarættindi, og síðani missin av fíggjarliga vinninginum fyri samfelagið, sum eisini fær menniskjaligan vinning, tí vit gerast meira fevnandi sum samfelag.

*

Eiður Wilding, sum umboðaði tey ungu og er varaformaður í CP felagið, saknar fleksibilitet á arbeiðsmarknaðinum. Okkum tørvar tað, sum vit sóu bera til í koronatíðini. Vit mugu styrkja sjálvræði, so fleiri fáa møguleika at vera við. Arbeiðslívið má oftari tillagast til tørvin hjá tí einstaka. Tað skal eisini ber til at hava persónliga stuðulspersónin við til arbeiðis og sjálvi at gera av, hvussu tey nýta stuðulin sum heild. Her hevur kunning eisini grundleggjandi týdning. Bæði vit, sum skulu til arbeiðis, men eisini til tey, sum taka ímóti okkum, heldur Eiður. T.d. hevði ein kolantaktpersónur verið ein loysn á hesum trupulleikanum, og tað hevði eisini givið fleir møguleikar, betri atkomu, hjálp, ráðgeving og kunning.

Ung, ið bera brek, eru ofta eitt ella fleiri stig eftir javnaldrarnar. Orka og umstøður gera, at arbeiðslívið er meira krevjandi. Arbeiðsplássið er heldur ikki til reiðar at taka ímóti okkum, heldur Eiður at enda. Og tað gongur ov seint at tillaga, tá ið vit so endiliga hava fingið arbeiði.

*

Millum framløgurnar á fundinum fekk Stephan Trömel, sum er týskur granskari, orðið. Hann byrjaði við at siga, at eftir at hava hoyrt sjónarmiðini frá teimum ungu, so hevði hann hug at undirstrika sannkenningina, at ung, ið bera brek, eru í dupult so stórum vanda fyri at standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin, sum onnur – og hetta er galdandi á øllum økjum. Tí hevur ungdómssjónarmiðið sera stóran týding, helt hann.

- Vit kunnu ikki bara sita og bíða, tí hetta krevur, at vit gera nakað. Fyrr gjørdust fólk sum heild lættari partur av arbeiðsmarknaðinum. Tað var vanligt, at fólk høvdu sama starv leingi og onkuntíð eitt heilt lív. Í dag síggja vit broytingar og nógv fleiri skift á arbeiðsleiðini, har mong fara inn og út eftir tørvi og áhuga. Hetta merkir, at vit í dag eiga at broyta sosialar skipanir, sum skulu stuðla hesum. Ikki, tí fólk, ið bera brek, hvat brúk fyri teimum, men tí øllum tørvar tær.

Hendan broytingin er sera áhugaverd fyri fólk, ið bera brek, sigur Stephan Trömel, tí onkuntíð mugu fólk, ið bera brek, taka steðgir, tað er tó oftari fyri nøkur enn fyri onnur. Hetta skulu vit fyrireika ymisku skipaninar til. So í dag tosa vit ikki um skipaninar til fólk, ið bera brek, men meira um skipanir fyri øll.

- Í dag síggja vit eisini, at fólk arbeiða oftari niðursetta tíð. Okkum tørvar hendan fleksibilitetin at arbeiða alt eftir orku, og hvat vit megna. Hetta er eisini vælkomið fyri fólk, ið bera brek, sum kunnu hava fyri neyðini at arbeiða færri tímar enn fulla arbeiðsviku.

Stephan Trömel er sannførdur um, at best er, um broytingar verða gjørdar, so tær tæna øllum. Vit skulu yvirskipað flyta okkum yvir, har fleksibilitetur er góður fyri øll í staðin fyri at gera skipanir fyri fólk, ið bera brek, fyri seg. Hetta eigur samstundis at broyta hugburð, so hesar skipaninar ikki longur skapa stigma. Tí hetta gerst jú ein loysn, sum skal skipast við inklusjón í huga, og sum tí er góð fyri øll.

- Nakað annað er tilgildu platformarnir, sum summi njóta gott av. Men hetta er viðkvamt og ikki so lætt at tosa um. Tí vansin er, at tað at arbeiða í frástøðu ikki er gott fyri øll. Summi gerast einsom og politiska skipanin fer eisini lættari tá at siga, at eingin tørvur verður fyri at arbeiða við atkomu, tí fólk, ið bera brek, kunnu bara arbeiða heimanífrá. Tað er krevjandi at arbeiða á netinum, og uttan mun til brek ella ikki, so eiga vit at spyrja, hvussu t.d. ung finna stuðul frá byrjan av arbeiðslívinum, við vitan og øllum tí, sum hoyrir til eitt gott og sunt arbeiðslív. Tað hevur jú stóran týdning fyri trivnað at hava eitt netverk av starvsfeløgum og eisini kanska við ymiskjum starvplássum, sum møtast at menna vitan og royndir. Eftir koronafarsóttina sóu vit, at vit mugu vera betri við hvønn annan og vera varin ikki at skapa einsemi. 

At enda sigur týski granskarin, at vit eiga at leita neyvari eftir nýggjum størvum og tí, sum politisku skipanin skapar. Her skulu vit hoyra meira frá fólki, ið bera brek. Hvussu kunnu vit t.d tryggja, at sjónarmið fyri fólk, ið bera brek, verða tikin við, tí tað er avgerandi fyri, um arbeiðsmarknaðurin við tíðini fer at gerast meira fevnandi.

*

Her er áhugavert leinki frá Stephan Trömel

Eisini varð víst til kanning frá VIVE um fólk, ið bera brek, og arbeiðsmarknaðin

Og Thomas Bredgaard, granskari á Forskningscenter for Handicap og Beskæftigelse á AAU, hevði eina áhugaverda framløgu, og her er nakað av tí, sum hann segði

Og víst varð til ein vitanarportal hjá Social- og boligstyrelsen við kunning og praktisk átøk/tiltøk á arbeiðsmarknaðinum:

*

Gevandi og okkurt, sum vit kenna aftur

Alt í alt vóru hetta áhugaverdir og gevandi dagar saman við norðurlendska brekráðnum og teimum ungu, har tíð eisini var til at hoyra frá hvørjum einstakum landi. Her er breiða yvirskriftin: ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Øll londini arbeiða hvør í sínum lagi at seta sáttmálan í verk. Londini eru ymisk, men tó líkjast avbjóðingarnar í londunum nógv.

MEGD fekk høvdi til at vísa á arbeiði okkara millum mangt annað við uttanveltaðum brekumboði/talsfólki og yvirlýsingina: Øll børn og ung hava javnbjóðis rættindi til eitt virðiligt lív.

MEGD ynskir eisini at enda at takka Herdis Johnsdóttir Johannesen fyri hennara góðu umboðan sum ungdómur hesar dagarnar. Takk fyri tín leiklut, Herdis!

*

Á myndini eru:

Barbara Álvsdóttir Thomsen, Almanna- og mentamálaráðið
Leif Olsen, VIVE
Alma Ýr Ingólfsdóttir, ØBI
Sif Holst, Danske Handicaporganisationer
Karl Wahlman, Funktionsrätt Åland
Kristina Johansen, NIIK
Tom Tvedt, NFU
Mette Regitze Cordius-Hansen, grønlendska barna- og ungdómsmálaráðið 
Eyður Windling, CP felagið
Maria Sten, Funktionsrätt Sverige
Anna Bjørshol, Ligestillingsministeriet í Norra
Iiro Toikka, THL í Finnlandi
Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD
Anna Calden, SAMS - Samarbetsförbundet kring funktionshinder 
Ola Balke, Myndigheten för delaktighet
Gøran Forsgren, NVC
Soffia Johannsdottir, Sosialministeriet í Ísland
Herdis Johnsdóttir Johannesen, Spyr meg
Gunnar Michelsen, NVC
Gunilla Lindqvist, regeringen í Álandi
Cecilia Yngves, SAMS - Samarbetsförbundet kring funktionshinder
Kai Koivumäki, NVC
Ella Schauman, Funktionsrätt Åland
Merethe Løberg, NVC
Cornelia Flood, Youth With Disability, Svøríki
Lars Lindberg, NVC
Emilie Ghaldi, SUMH
Eeva Mielonen, NVC
Victor Boethius, NVC
Ingrid Thunem, Association of Youth with Disabilities, Norra

Seinastu tíðindi

Brekpolitikkur er samfelagpolitikkur

mai 2, 2024

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024