Sólblómuráðgeving hjá Betri Trygging

oktober 27, 2023

Mynd: Liberty Mills Farm / Facebook

Í dag skrivar heimasíðan hjá Betri Trygging, at um tú hevur eitt ósjónligt brek, sum ger tað trupult at seta teg í samband við tey um tryggingar, so kanst tú nú nýta sólblómuráðgevingina - antin við at ringja, skriva ella biðja um ein fund. 

Sólblómulinjan hevur telefonnummar 348601, og tá ið sólblómulinjan ringir, vita tey, at tey skulu geva sær betri tíð og gera sær størri ómak við at lurta og tosa greitt. Tey eru tilvitað um, at samrøðan kann vera trupul fyri tey, sum ringja - og tey, sum kundin kemur í samband við, hava øll fingið undirvísing í, hvussu tey lofta honum á bestan hátt.

Á sama hátt, tá ið Betri Trygging fær ein sólblómu-teldupost ella um kundin bíleggur ein sólblómu-fund. Tá veita tey kundanum eyka hjálp og stuðul – og geva sær góða tíð. Sólblómuteldupostur: solbloma@trygging.fo.

Trýst her og les meira um sólblómulinjuna.

 

Um Sólblómuskipanina

Víðari stendur at lesa á heimasíðuni, at sólblómuskipanin er ein altjóða skipan, ið hjálpir fólki við ósjónligum breki. Av teimum, ið bera brek, eru heili 80%, ið hava ósjónlig brek. Hjá hesum bólkinum kann gerandisdagurin vera avbjóðandi, tí onnur ikki síggja, at tey skulu taka serlig atlit. Tí ótolnast og ilskast fólk mangan inn á tey.

Sólblómubandið, ið tú eitt nú kanst fáa á deildunum hjá Betri Trygging, vísir umheiminum, at viðkomandi hevur eitt ósjónligt brek, ið atlit mugu takast til. Tað kann til dømis vera autisma, sálarligar líðingar, ADHD, demens, orðblindni, menningartarn, angist – ella kropslig brek, sum ikki síggjast.

Møta vit onkrum við sólblómubandinum, vita vit, at viðkomandi hevur eitt ósjónligt brek. Tað týdningarmesta er, at vit tá ikki døma og ilskast, men eru vinarlig, geva okkum góða tíð og hjálpa, um á stendur.

Seinastu tíðindi

Brekpolitikkur er samfelagpolitikkur

mai 2, 2024

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024