Farið aftur til samráðingarborðið

november 3, 2023

Sum gongdin er, siga sjúkrahússtjórarnir seg ikki kunna taka ábyrgd fyri trygdini í sjúkrahúsverkinum, og samhugaverkfallið rakar nú samstundis enn fleiri.

Og aftur eru tað tey, sum als ikki tola verkfall, ið gjalda hægsta prísin. Enn hava undantøkini gjørt, at tey, ið áhaldandi hava brúk fyri sjúkrahúsverkinum, hava kent seg toliliga trygg.

Forkvinna í felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar sigur, at loysnin skal finnast við samráðingarborðið, men er stendur borðið tómt, og Fíggjarmálaráðið tykist ikki at bjóða til borðið.

Brekøkið kennir alt ov væl til hjálparleysu støðuna, sum verkfall gevur, og meðan verkfallið ongan enda sýnist at taka, nú fimta verkfalsvika er byrjað, verður bara strammað enn meira í.

MEGD vísti í skuggafrágreiðing send ST í 2014 á, at ongin lóg ella kunngerð tryggjar fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Aftur í 2019 sendi MEGD evnislista til ST, og var hetta aftur eitt av evnunum, at ongin lóg ella kunngerð tryggjar fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Umframt hetta er vart gjørt við álvarsomu viðurskiftini við jøvnum millummili. Enn er tó einki ítøkiligt gjørt fyri at tryggja tey, ið hava størsta tørvin á verju. Heldur ikki er nøkur tilbúgving, um tað ringasta skuldi hent.

Meðan vit bíða eftir eini loysn, hava vit alla orsøk at stúra.

Vísið nú teimum, ið áhaldandi hava tørv á heilsuverkinum, virðing, og farið aftur til samráðingarborðið.

Seinastu tíðindi

Brekpolitikkur er samfelagpolitikkur

mai 2, 2024

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024