MEGD-blaðið 2023: Børn og ung hava javnbjóðis rætt til eitt virðiligt lív

november 28, 2023

Nýtt MEGD-blað verður í løtuni borðið út, og tú hevur eisini møguleika at lesa tað á netinum, sí leinki niðast. Her eru fororðini, ið vísa á týdningin í javnbjóðis rætt til eitt virkið og virðiligt lív.

Altjóða brekrættindasáttmálin vísir í grein 7 við heitinum Børn, ið bera brek millum annað á, at Føroyar skulu taka øll neyðug stig fyri at tryggja, at børn, ið bera brek, til fulnar kunnu njóta øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi javnbjóðis øðrum børnum.

Altjóða barnarættindasáttmálin orðar eisini somu rættindi í grein 23, sum millum annað sigur, at Føroyar skulu viðurkenna, at eitt barn, ið ber sálarligt ella kropsligt brek, eigur at hava eitt ríkt og virðiligt lív í korum, sum tryggja virðileika, stimbra sjálvsálitið og gera sítt til, at barnið virkið kann vera við í samfelagslívinum.

Við støði í altjóða sáttmálunum, sum Føroyar hava viðurkent, sendi MEGD – saman við teimum 24 limafeløgunum – fyrr í ár út yvirlýsing við yvirskriftini: Øll børn og ung hava javnbjóðis rætt til eitt virðiligt lív. Hetta við teirri sannkenning at neyðugt er, at vit øll standa saman um at styrkja lívsgóðskuna hjá okkara børnum og ungum.

Í yvirlýsingin stendur, at í Føroyum eru álvarsom viðurskifti og umstøður, ið beinleiðis og áhaldandi hava við sær, at rættindi hjá fleiri børnum og ungum, ið bera brek, ikki verða vird.

Umstøður og karmar eiga at verða tillagað, soleiðis at øll okkara børn og ungu, ið bera brek, fáa somu virðing sum onnur børn. Vit eru tó vitni til, at mismunur verður framdur í verki. Vit síggja, at føroyskar lógir og kunngerðir ikki hava neyðugar ítøkiligar orðingar, ið kunnu tryggja rættindini hjá okkara børnum.

Harumframt er manglandi samstarv millum myndugleikar og viðkomandi partar. Tænastur eru misjavnar alt eftir, hvar í landinum ein býr, og mismunur verður gjørdur á børnum og ungum, ið hava sama tørv á hjálp. Avleiðingarnar hjá summum børnum og ungum og familjum teirra, eru álvarsamar, og tær eru ikki bara menniskjaligar, men eisini samfelagsligar.

Við yvirlýsingini verður mælt viðkomandi myndugleikum og pørtum til at fáa burtur allan mismun vegna brek við at styrkja lógarverkið og sameina tænastur, soleiðis at øll børn og ung, ið bera brek, fáa møguleika at mennast og trívast sum onnur føroysk børn.

Og, hvussu gera vit tað?

Jú, vit skulu saman við børnum og ungum finna góðar loysnir við at hoyra og skilja støður teirra. Umframt hetta er ivaleyst nýggjasta vónin at finna eina haldgóða heildarloysn, helst barnaverkætlanin, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur sett í verk. Hon skal betra samstarvið millum viðkomandi myndugleikar og millum annað fremja munagóðar broytingar við. Talan er um samstarv millum Kommunufelagið, Løgmálaráðið, Heilsumálaráðið og Almanna- og mentamálaráðið, ið skrivaðu undir eitt politiskt semjuskjal í mars 2023.

Við hesum bjóða vit tær sum lesara við á ferð inn í MEGD-blaðið. Her verða bæði avbjóðingar og loysnir lýstar saman við ungum, ið fáa eina rødd. Her eru eisini ymiskar lýsingar av støðuni og ríkir tankar við loysnum.

Við ynski um góðan lesihug og langtíðar loysnir til frama fyri børn og ung, ið bera brek,

Tóra við Keldu, forkvinna

Leinki til blaðið finnur tú her.

Seinastu tíðindi

Brekpolitikkur er samfelagpolitikkur

mai 2, 2024

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024