Navn og búmerki
Í rúma tíð varð tosað um, at meginfelagið átti at fingið nýtt navn. Tosað varð í fleiri umførum við limafeløgini, har semja eisini var um hetta.
Í oktober 2017 varð so navnakapping útskrivað, og tá ið freistin at senda uppskot inn var farin, vóru 158 uppskot innkomin. Starvsnevndin fekk til uppgávu at arbeiða víðari við navnabroytingini.
Í mars 2018 var greitt, at meginfelagið skuldi eita MEGD, sum er nýtt føroyskt orð. Tað er eisini eitt orð, sum hevur positiva merking. Orðið verður í hesum føri brúkt sum sernavn.
Tað vóru tey bæði, Hilmar Eliasen og Dorrit Olsen, sum sendu uppskotið MEGD inn til navnakappingina, og tey grundgóvu millum annað við, at MEGD merkir megi og styrki og setir fokus á møguleikarnar hjá einstaklinginum og felagnum heldur enn forðingarnar. Orðið er stutt og lætt. Orðið hevur ikki serføroyskar bókstavir, sum ger tað lættari við telduposti, heimasíðu og altjóða samstarvi.
Búmerkið hevur Else Sjúrðaberg, grafikari, gjørt eftir áheitan frá starvsnevndini. Um búmerkið sigur Else:
MEGD er skrivað eitt sindur øðrvísi - á ein viðarbul.
Tankin við at skriva MEGD soleiðis er, at lívið er ikki bara beint fram. Vit møta avbjóðingum í lívinum, sum hava við sær, at vit fara umvegir, niður á næstu reglu - tað ger onki - viðhvørt høvdu vit ikki vilja verið tað fyri uttan.
Viðarbulurin. Sprotin sigur: „viðarbulur: meginlutur av træ ið greinar vaksa út frá“.
Hetta er eitt góð mynd av MEGD, sum er sterkt og sjálvur bulurin í trænum. Viðarbulurin leggur lunnar undir, at greinar og bløð nørast.
Grøni liturin er tekin um ró, nøring, vøkstur, orka, tryggleika og so framvegis.
Skapið á viðarbulinum er ein ófullkomin rundingur. Fólk fara óivað ikki at vita, at hetta er ein viðarbulur, men undrast á, hví skapið er so. Síðani verður spurt, og høvi gevst at greiða frá og fáa samtalur í gongd.
Ringurin á viðarbulinum kann eisini ímynda vernd og felagsskap.
Nýggja slagorðið gjørdist úr frá hesum: Saman við MEGD megna vit!
Búmerki
- Búmerki - MEGD .pdf (784.55 KB)
- MEGD svart.pdf (744.86 KB)
- MEGD cmyk.pdf (782.74 KB)
- MEGD negativ.pdf (742.61 KB)