Vit eru
Saman við megd megna vit
MEGD er eitt meginfelag fyri 24 limafeløg, ið tilsamans hava fleiri enn 4000 limir.
Meginfelagið verður stjórnað av eini starvsnevnd, ið telur 5 limir. Aðalskrivarin er skrivari í nevndini. Nevndin hevur regluliga fund eina ferð um mánaðin og annars eftir tørvi.
Starvsnevndin hevur ábyrgd av rakstri felagsins og aðalskrivaran hevur dagligu umsitingina av felagnum um hendi.
Missión
MEGD arbeiðir brekpolitiskt innan øll samfelagsviðurskifti fyri, at í Føroyum skal vera gott hjá fólki, ið bera brek at búgva, og harvið virkar MEGD fyri áhugamálum teirra, ið bera brek og limafeløgum teirra.
Visjón
MEGD arbeiðir við støði í ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek fyri, at øll skulu hava javnrættindi í einum inkluderandi samfelag.
Í starvsnevndini hjá MEGD sita:
- Ása Olsen, forkvinna
- Sonja Tausen, n. forkvinna
- Anna Dahl-Olsen, nevndarlimur
- Johnny Olsen, nevndarlimur
- Julianna Tórunnardóttir, nevndarlimur
- Bárður Atlason Ísheim, aðalskrivari, er skrivari