Á myndini eru Carita, Doris, Marjun, Ása og Margreta. Á myndini vanta Leila Solmunde, sála, og Trygvi Jacobsen

"Søgan um okkum", sum Erhard Jacobsen hevur skrivað, sigur søguna um MBF - í dag MEGD.

Í fororðunum til bókina sigur Erhard:

Søgan um MBF, Meginfelag teirra brekaðu, sum skjótt hevur 35 ár á baki, er fyrst og fremst ein lýsing av, hvussu MBF hevur stríðst fyri at gerast ein viðurkendur politiskur aktørur í føroysku fólkaræðisligu politisku skipanini. Tað er ikki sum at siga tað at lýsa allar tættirnar í virkseminum hjá MBF hesi nógvu árini, tí málini eru nógv og økið at fara um er stórt og fjølbroytt. Felagið hevur tó eitt greitt mál, og tað er at virka fyri áhugamálum teirra brekaðu í Føroyum.

At MBF varð stovnað sjálvan dagin hjá Sameindu tjóða 24. oktober, er ikki av tilvild. MBF visti eisini, at tað var eitt stórt stig framá, tá ið Løgtingið samtykti ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, 13. mai 2009.

Vit geva Ásu Ellefsen orðið. Hon var fyrsta forkvinna frá 1981 til 1984:

  

Sum Ása sigur, so var Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum stovnað 24. oktober 1981. 19. mai 2015 fekk felagið navnabroyting til Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum. Á eykaaðalfundi í mars 2018 varð samtykt, at meginfelagið skuldi eita MEGD.

Endamálið er tó enn tað sama:

  • at virka fyri samarbeiði millum tey ymsu áhugafeløg teirra brekaðu í Føroyum
  • at virka fyri at stuðla áhugamálum teirra brekaðu
  • at arbeiða fyri at fyribyrgja brekum orsakað av sjúkum og vanlukkum
  • at stuðla teimum einstøku feløgunum í teirra dagliga virksemi
  • at luttaka í millumtjóða samstarvi har týðandi avgerðir viðvíkjandi dagligu viðurskiftunum borgaranna verða tiknar

Í 1985 gjørdist Margreta Næss forkvinna, og hon sat til 1994. Hesa tíðina hendi nógv, og her greiðir hon m.a. frá um hugburð hesa tíðina.

 

Doris Hansen var forkvinna frá 1994 til 2002 og dagligur leiðari frá 1997 til 2002. Her eru nakrir tankar frá tíðini, hon var virkin.

Anna Soffía Durhuus arbeiddi saman við Leilu Solmunde miðvíst við at fáa ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, viðurkendan í Føroyum. Hoyr Annu Soffíu siga frá tíðarskeiðnum frá 2002 til 2012.

Formenn/-kvinnur í MEGD hava verið:

Ása Ellefsen (1981-1984)
Trygvi Jacobsen (1984-1985)
Margreta Næss (1985-1994)
Doris Hansen (1994-2002)
Marjun Sigurðsdóttir (2002-2004)
Leila Solmunde (2004-2012)
Carita Bjørklund (2012-2014)
Tóra við Keldu (2014-

Skrivari, dagligir leiðarar ella aðalskrivarar hava verið:

Karin Margretha Joensen-Næs, skrivari (1981-1997)
Doris Hansen, dagligur leiðari (1997-2002)
Anna Soffía Durhuus, dagligur leiðari (2002-2012)
Ása Olsen, aðalskrivari (2012-2018)
Jónvør Christiansen, aðalskrivari (2018-2022)
Í juni 2022 varð Bárður Atlason Ísheim settur í starv sum aðalskrivari hjá MEGD.