Viðtøkur fyri MEGD

Samtyktar á ársaðalfundi 16.03.1986. Broyttar á ársaðalfundi 27.02.1999, eykaaðalfundi 17.06.2003, ársaðalfundi 07.05.2005, ársaðalfundi 07.05.2008, ársaðalfundi 06.05.2009, ársaðalfundi 06.05.2010, ársaðalfundin 28.04.11, ársaðalfundi 19.05.2015, eykaaðalfundi 21.10.2015, eykaaðalfundi 27.02.2018, og á ársaðalfundi 29.03.2023.

Navn og heimstaður

§ 1. MEGD og heimstaður felagsins er Tórshavn. 

Endamál

§ 2. Endamál felagsins er:

  • at virka fyri samstarvi millum tey ymisku áhugafeløgini hjá fólki, ið bera brek í Føroyum
  • at virka fyri og stuðla áhugamálum hjá fólki, ið bera brek í Føroyum
  • at stuðla teimum einstøku feløgunum í teirra dagliga virksemi
  • at luttaka í millumtjóða samstarvi
  • at virka fyri at fáa ávirkan og verða hoyrd í málum, ið eru viðkomandi hjá fólki, ið bera brek

§ 3. Felagið er óheft av politiskum og átrúnaðarligum áhugamálum.

Upptøkutreytir og limaskapur

§ 4. Eitt og hvørt felag fyri fólk, ið bera brek, og sum tekur undir við endamáli felagsins og hevur í minsta lagi 30 limir, ið gjalda limagjald, kann eftir at hava verið virkið í 3 ár, søkja um limaskap í MEGD. Felag, sum ynskir at gerast limur, skal saman við lógum tess, senda starvsnevnd felagsins umsókn. Tað er aðalfundurin, sum eftir tilmæli frá starvsnevndini, tekur avgerð um limaskap. 

Stk. 2. Serlimaskapur 
Felag, ið umboðar fólk við vællýstum breki, men sum ikki kann gerast sjálvstøðugt limafelag innan MEGD, kann søkja um serlimaskap smb. stk. 1. Serlimaskapur gevur rætt til eygleiðarastatus á formans- og aðalfundum.

Stk. 3. Hvílandi limaskapur
Møguleiki er fyri hvílandi limaskapi upp til 3 ár frá 1. januar at rokna, um limafelagið setur fram ynski um hetta. Hvílandi limur gevur rætt til eygleiðarastatus á formans- og aðalfundum.

Hvílandi limur fær ikki stuðul frá MEGD, rindar ikki limagjald og hevur ikki skyldu at lata MEGD grannskoðan roknskap.

Hvílandi limur má, innan trý ár eru liðin, biðja um at fáa fullan limaskap aftur frá 1. januar at rokna við tilhoyrandi rættindum og skyldum, annars verður limaskapurin strikaður.

§ 5. Limagjald felagsins er eitt árligt limagjald frá limafeløgunum. Ársaðalfundurin ásetur limagjaldið fyri eitt ár í senn.

Stk. 2. Felagið tekur ímóti stuðli frá tí almenna, fyritøkum, felagsskapum og frá einstaklingum.

Aðalfundir

§ 6. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Aðalfundurin verður hildin eina ferð um árið í seinast lagi 1. mai. 

Stk. 2. Starvsnevndin boðar limafeløgunum skrivliga 4 vikur fyri fundardag. Við somu freist verður aðalfundurin harumframt lýstur í almennu miðlunum, og miðlum annars.

Stk. 3. Uppskot frá limafelagi og/ella starvsnevnd skulu fyri at koma til viðgerðar á vanligum aðalfundi verða starvsnevndini í hendi 3 vikur áðrenn aðalfundin.
Innkomin mál eru at roknað: uppskot, ið limafelag ynskir aðalfundin at atkvøða um, uppskot til lógarbroyting , umframt uppskot til mál til umrøðu.

Stk. 4. Uppskot frá limafelagi um formann/-kvinnu og limum til starvsnevndina skulu vera starvsnevndini í hendi 3 vikur áðrenn aðalfundin. Starvsnevndarlimir verða valdir smb. § 9. 

Stk. 5. Aðalfundurin skal taka støðu til býtið av fíggjarliga stuðlinum til limafeløgini eftir at rakstur felagsins er frádrigin. Stuðulin verður latin feløgunum eftir einum býtislykli, eftir at ávísar treytir eru uppfyltar.

Stk. 6. Eykaaðalfundur verður hildin eftir avgerð starvsnevndar-, aðalfundarinnar, ella tá ið 1/4 av limafeløgunum skrivliga krevja tað. Boðað verður til eykaaðalfund beinanvegin eftir at slík áheitan er komin starvsnevndini í hendi og við tí skrá, sum áheitanin hevur kravt. Eykaaðalfundur verður lýstur á sama hátt sum aðalfundur í seinasta lagi 8 dagar fyri fundardag. 

§ 7. Á ársaðalfundi skulu fundarevnini vera hesi:

a. Val av orðstýrara
b. Formansfrágreiðing
c. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
d. Framløga av fíggjarætlan til kunningar
e. Býtið av fíggjarliga stuðlinum til limafeløgini
f. Innkomin mál
g. Val av formanni/-kvinnu, sum verður vald/ur fyri 3 ár í senn 
h. Val av limum til starvsnevndina, umframt tiltakslimir, sum verða valdir fyri 2 ár í senn
i. Val av løggildum grannskoðara, sum verður valdur fyri 2 ár í senn
j. Innliman/striking av limafeløgum
k. Ásetan av limagjaldi
l. Ymiskt

§ 8. Orðstýrarin stýrir fundinum og ger av allar spurningar viðvíkjandi viðgerð av málum og atkvøðugreiðslu.

Stk. 2. Á aðalfundi kunnu bert verða samtykt uppskot, ið standa á fundarskránni og broytingaruppskot til teirra.

Stk. 3. Hvørt limafelag hevur eina atkvøðu. Allir limir í limafeløgunum MEGD kunnu luttaka á aðalfundinum.

Stk. 4. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum, um ikki annað er ásett í hesum viðtøkum. 

Stk. 5. Orðstýrarin letur gera fundarfrásøgn, ið verður undirskrivað av orðstýrararnum og formanninum/- kvinnuni.

Starvsnevndin

§ 9. Í starvsnevndini sita teir av aðalfundinum valdu limir: formaðurin/-kvinnan og 4 limir. Á hvørjum ári standa 2 nevndarlimir fyri vali, og skulu nevndarlimir vera úr fýra ymiskum feløgum. Nevndarlimir kunnu verða afturvaldir einaferð. 

Stk. 2. Tiltakslimir í starvsnevndini skulu ikki vera úr sama felag sum starvsnevndarlimurin. 

Stk. 3. Starvsnevndin skipar seg á fyrsta fundi eftir ársaðalfundin við næstformanni/-kvinnu.

Stk. 4. Starvsnevndin hevur fund eina ferð um mánaðin. Formaðurin/-kvinnan kallar skrivliga til fundar við fundarskrá við 8 daga freist. Nevndin er viðtøkufør, tá ið meirilutin av nevndini er møttur og avgerðirnar verða tiknar við vanligum meiriluta. 

Skrivstovan

Stk. 5. Starvsnevndin setir og loysir úr starvi aðalskrivaran í MEGD, ið hevur dagligu umsitingina av felagnum um hendi. Aðalskrivarin skal í samstarvi við starvsnevndina umsita felagið innan fíggjarligu karmarnar og í samsvari við endamálsorðing felagsins.

Stk. 6. Starvsnevndin ger starvsskipan fyri aðalskrivaran.

Stk. 7. Skrivstovan ger rakstrarætlan at leggja fyri starvsnevndina til góðkenningar og at leggja fyri aðalfundin til kunningar.

Stk. 8. Starvsnevndin leggur fyri aðalfundin uppskot til býti av fíggjarliga stuðlinum til góðkenningar.

Stk. 9. Starvsnevndin fyrireikar og boðar til fundar sambært § 6.

Formaðurin/-kvinnan

§ 10. Formaðurin/-kvinnan verður vald/ur beinleiðis á aðalfundinum. Formaðurin/-kvinnan verður vald/ur fyri trý ár ísenn. Formaðurin/-kvinnan kann afturveljast.

Stk. 2. Um formaðurin/-kvinnan fer frá í úrtíð, tekur næstformaðurin/-kvinnan við fram til fyrstkomandi aðalfund.

Stk. 3. Starvssetningurin fyri formannin/-kvinnuna at virka eftir verður gjørdur av starvsnevndini.

Stk. 4. Starvsnevndin ásetur samsýning til formannin/-kvinnuna.

Formansfundir

§ 11. Formansfundurin skal virka sum eitt fakligt forum, so at samstarvið millum feløgini styrkist og fakliga støðið mennist. 

Stk. 2. Starvsnevndin í MEGD skipar fyri formansfundum eftir tørvi og í minsta lagi 2 ferðir árliga.

Stk. 3. Á formansfundum møta formenn/-kvinnur. Berst formanni/-kvinnu frá at møta, eigur næstformaðurin/-kvinnan ella annar nevndarlimur at møta ístaðin.

Roknskaparár

§ 12. Roknskaparárið er frá 1.januar til 31. desember.

Útmelding

§ 13. Um limafelag ynskir at melda seg út úr MEGD, skal hetta vera gjørt skrivliga í minsta lagi 6 mánaðar áðrenn ein 1. januar.

Stk. 2. Striking av limaskapi:

Eitt felag ella ein minnilutabólkur, ið ikki

  • rindar limagjald
  • hevur aðalfund á hvørjum ári
  • sendir grannskoðaðan roknskap
  • heldur tær samtyktir, ið MEGD hevur gjørt

fær eina skrivliga ávaring. Um ávaringin ikki fær felagið at halda viðtøkurnar, verður felagið strikað sum limafelag innan MEGD frá 1. januar komandi ár.

Stk. 3. Aðalfundurin tekur, eftir tilmæli frá starvsnevndini, avgerð um striking/útmelding av limafelagi.

Stk. 4. Limafelag, ið er strikað/útmeldað, kemur undir treytirnar í § 4, um søkt verður um limaskap av nýggjum.

Tekningarreglur

§ 14. MEGD verður teknað av formanninum/-kvinnuni og aðalskrivaranum saman. Formaðurin/-kvinnan kann veita fulltrú til næstformannin/-kvinnuna.

Stk. 2. Við keyp, sølu ella veðseting av fastari ogn verður felagið teknað av allari starvsnevndini.

Stk. 3. MEGD ábyrgdast mótvegis kravánarum bert við ognum sínum. Einstøku limirnir ella limafeløgini ábyrgdast ikki fyri skuld hjá MEGD.

Avtøka av felagnum

§ 15. Felagið kann bert verða avtikið á aðalfundi, ið er innkallaður við avtøku á skránni, og tá ið í minsta lagi 3/4 av limafeløgunum eru umboðaði, og tá ið 3/4 av teim møttu limafeløgunum greiða atkvøðu fyri avtøku av felagnum. Er 3/4 av Limafeløgunum ikki umboðað á aðalfundinum, men 3/4 av teim møttu limafeløgunum greiða atkvøðu fyri avtøku, boðar starvsnevndin áðrenn 2 vikur er liðin til eykaaðalfundar og á hesum fundi kann uppskotið verða samtykt við 3/4 av greiddum atkvøðum, sama hvussu nógvir limir eru umboðaðir.

Stk. 2. Aðalfundurin ger samstundis av, hvat skal gerast við ognir felagsins, sum skulu latast til líknandi endamál, sum MEGD hevur virkað fyri.