PARKERINGSKORT TIL STOVNAR

Stovnskortið hevur heimild í kunngerð um parkeringskort og stovnskort fyri persónar við avlamni. Eitt stovnskort er eitt serligt kort, sum verður útgivið til stovnar, sum lúka treytirnar í § 9 a í kunngerðini. Parkeringskortið og stovnskortið skal góðkennast av Akstovuni og er skjalprógv fyri, at handhavin er fevndur av teimum undantøkum um parkering, sum eru nevnd í § 11.

Niðanfyri finnur tú umsóknarblað, kunngerðina og frágreiðing um, hvussu tínir upplýsingar verða vardir.

Eingir lutir