Virkisætlan
Virkisætlan
Hugburður til brek
MEGD leggur dent á týdningin, at hugburðurin hjá føroyingum broytist mótvegis fólki, ið bera brek.
ST sáttmálin er ein uppgerð við hugtøkini vit og tit. Við sáttmálanum fáa fólk, ið bera brek, staðfest síni viðføddu mannarættindi og gerast natúrligur partur av heildini.
Hetta er frælsi til sjálvur at taka avgerðir, uttan at avmarka onnur, og uttan mun til sálarligar ella likamligar avbjóðingar og at hava rætt til rættvísa viðgerð, virðing og sjálvræðisrætt/integritet.
ST sáttmálin gevur ikki fólki, ið bera brek onnur rættindi ella framíhjá rættindi, men javnrættindi.
ST sáttmálin
MEGD skal arbeiða fyri, at sáttmálin verður settur inn í og tikin í nýtslu sum lóg í Føroyum. Somuleiðis skal MEGD arbeiða fyri, at farið verður undir útbúgving til at lætta um hjá embætisfólki hjá landsins- og kommunalum myndugleikum at nýta sáttmálan og seta hann í verk og eisini at geva kommununum vegleiðing í, hvussu ymsu greinirnar um sosiala tænastu virka, tá ið sáttmálaásetingarnar verða fylgdar.
Brekpolitisk virkisætlan
MEGD skal arbeiða fyri, at landsstýrið setir í verk munagóðar brekpolitiskar virkisætlanir, so ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek veruliga fæst at virka.
Mannarættindastovnur
Umráðandi, at MEGD áhaldandi arbeiðir fyri, at ein mannarættinda stovnur ella eind verður sett á stovn í Føroyum.
Somuleiðis skal MEGD arbeiða fyri, at skipa eina samskipanareind og sjálvstøðuga eftirlitsskipan sambært grein 33. í ST sáttmálanum í Føroyum.
Diskriminasjón
MEGD skal arbeiða fyri, at landsstýrið setur í verk nýggjar víðfevndar tvør-geira lóggávu ímóti diskriminasjón, sum víðkar verjuna út um arbeiðsmarknaðin.
Eisini skal MEGD arbeiða fyri, at landsstýrið tryggjar, at rímiligar tillagingar verða útvegaðar á øllum økjum í samfelagnum uttan undantak; at tryggja fólki, ið bera brek munadygg lógaramboð, sum eisini fevna um møguleikan at senda inn kærur í sambandi við diskriminatión grundað á brek til Javnrættindanevndina (Board of Equal Treatment) og at virka verður fyri, at rættindahavi geva sáttmálanum størri ans.
Atkoma
Tað er umráðandi, at MEGD áhaldandi ger vart við, har atkomumøguleikarnir ikki eru í lagi. Sjálvt um byggireglugerðin er sett í gildi, eru nógvir gamlir bygningar, har atkomuviðurskiftini ikki eru í lagi.
MEGD skal eisini taka upp spurningin viðvíkjandi atkomu á netinum og annars atkomu hjá sjónveikum.
MEGD skal gera eitt miðvíst arbeiði fyri, at sendingar í Kringvarpinum verða tekstaðar, so at fólk, ið eru tunghoyrd, fáa møguleika at fylgja við. Eisini er neyðugt at arbeiða fyri, at sendingar verða teknmálstulkaðar.
Somuleiðis er umráðandi, at føroyskt teknmál verður viðurkent sum eitt alment mál.
Fólkaskúlin
Fólkaskúlalógin er fyri øll og merkir hetta, at atlit skulu takast til, at næmingar við serligum avbjóðingum fáa neyðuga undirvísing, sum er lagað til tørvin hjá hvørjum einstøkum.
MEGD skal arbeiða fyri, at lóggávan verður hildin, so hon tryggjar, at øll børn, ið bera brek, verða tikin inn í høvuðsútbúgvingarkervið við hóskandi stuðli og tillaging, serliga við at útvega hóskandi útbúgving til lærarar og aðrar arbeiðsgevarar í skúlaskipanini at tryggja dygdargóða útbúgving til næmingar, ið bera brek.
Harðskapur og misnýtsla
MEGD skal arbeiða fyri, at harðskapur og misbrúk ímóti fólkum, ið bera brek, verða fráboðað og væl kannað; at neyðugi stuðulin til offur er tøkur, t.d. beinleiðis ráðgeving umvegis telefon ella teldupost, herbergi, tænastur og kærumøguleikar. Føroya Landsstýrið eigur at taka stig til at savna sundurgreinaðar dátur og hagtøl um frágreiðingar um misnýtslu, eyðræning og harðskap frá fólki, ið bera brek, og avleiðingarnar av tí.