Ynskir tú tær eitt bólblómuband?

Atlantic Airways er nú partur av Sólblómuskipanini, sum er ætlað ferðafólki, ið hava tørv á vegleiðing og hjálp á ferðini, tí tey hava eitt ósjónligt brek. Við sólblómubandinum síggja starvsfólk hjá Atlantic Airways á flogvøllinum og umborð á flogførunum beinanvegin, at her er ein, ið kanska tørvar eyka tíð ella hjálp á ferðini. Sostatt kann bandið verða við til at gera tað smidligari hjá tí ferðandi.

Atlantic Airways er fyrsta fyritøka í Føroyum og fyrsta norðurlendska flogfelag, sum er vorðið partur av Sólblómuskipanini. Øll starvsfólk hjá Atlantic Airways, sum hava beinleiðis samband við ferðafólk, hava fingið vegleiðing í, hvat Sólblóman merkir, og hvat tað inniber, tá ein persónur ber Sólblómubandið; hvat tey skulu taka atlit til og vera uppmerksom uppá.  

Sólblómuskipanin og -bandið stava frá 2016, tá flogvøllurin í Gatwick í London vildi finna útav, hvussu tey kundu geva ferðandi við ósjónligum brekum eina betri og trygga ferðauppliving. Spurningurin var við øðrum orðum, hvussu tað ósjónliga kundi gerast sjónligt. Tí kom Sólblómubandið. Ein einføld sólblóma á grønari bakgrund. Diskret, men samstundis sjónligt. Við at bera Sólblómubandið, verður ósjónliga brekið sjónligt, og samstundis signalerar tað á flogvøllinum og sjálvari ferðini, at tað kann vera, at tær tørvar hjálp, tol ella tíð.

Frá fríggjadegnum 28. oktober 2022 kunnu Sólblómubond fáast á skrivstovu okkara á farstøðini á flogvøllinum og við innskrivingardiskarnar. Hevur tú tørv á einum bandi, skalt tú bara venda tær til eitt av starvsfólkunum hjá Atlantic Airways á flogvøllinum, áðrenn tú fert ígjøgnum trygdareftirlitið. Sólblómubandið verður handað uttan spurningar. 

Kelda: Atlantic Airways