Eru Føroyar eitt vælferðarsamfelag?
8. desember verður løgtingsval, og her kanst tú fylgja við, hvat MEGD hevur uppá hjarta.
Hygg eftir almenna borgarafundinum her:
.
Ein samskipað heildarætlan, við støði í egnum ynskjum, eigur at geva Drós møguleika at fáa eitt innihaldsríkt og sjálvstøðugt lív!
Drós er 62 ár og hevur fingið eina brádliga íkomna sjúku, ið hon skal læra seg at liva við. Tí tørvar henni eina samskipaða heildarætlan fyri endurmenning (rehabilitering).
Endamálið við endurmenning er at stuðla undir, at borgarar, sum hava fingið, ella eru í vanda fyri at fáa týðandi skerd evni, antin likamliga, sálarliga ella sosialt, fáa eitt sjálvstøðugt, javnsett og innihaldsríkt lív út frá egnum ynskjum, raðfestingum og avgerðum.
Eitt sjálvstøðugt, javnsett og innihaldsríkt lív merkir ikki neyðturviliga, at ein verður sjálvbjargin, sum tað mangan verður tulkað, men snýr seg heldur meira um hugtøk sum sjálvræði, samræði, sjálvsavgerðarrætt, javnsetan, inklusión og integratión.
Í Føroyum er eingin heildarætlan fyri menning (habilitering) og endurmenning.
Fólk við varandi sjúkum eru tí ikki tryggjað eina samskipaða heildarætlan innan endurmenning fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði, fullan likamligan-, sálarligan-, sosialan- og vinnuligan førleika og fullvegis part og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum.
Arbeiðast skal tí miðvíst við at fáa eina heildarætlan fyri menning og endurmenning at virka í Føroyum og nøktandi fígging skal fylgja við.
(Navnið omanfyri er tilvildarligt.)
Tilbúgvingarætlanir skulu millum annað tryggja Tummasi, at hann ikki skal flyta úr egnum heimi, tá ið verkfall er!
Tummas býr í vardum bústaði, har hann trívist væl. Tó órógvar tað hann, at enn er eingin trygd fyri, at hann ikki verður fluttur úr heimi sínum, um verkfall verður aftur.
Eingin lóg verjir fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Fleiri hava tí millum annað verið noydd at flyta úr egnum heimi til familju ella størri búfelagsskapir, tá ið verkfall hevur verið.
Neyðugt er í friðartíð at gera tilbúgvingarætlanir, ið tryggja fólk, ið bera brek, tá ið verkfall ella ymisk sløg av kreppum raka.
(Navnið omanfyri er tilvildarligt.)
Heilsan frá limafeløgunum!
Føroyar duga, tá Føroyar vilja. Um børn, ið hava diagnosur, skulu mennast og hava eitt virðiligt lív, mugu umstøðurnar vera í lagi. Hetta hava vit øll rætt til - eisini børn, ið bera brek!
Tann góða tilgongdin eigur at vera uppraðfest, soleiðs at hon fevnir um øll!
Silja ber brek og hevur dagliga tørv á tænastum frá fleiri og ymiskum stovnum og myndugleikum. Hóast tænasturnar gagna henni, hevði tað verið ein stórur fyrimunur hjá Silju, og mammuni og pápanum, um tænasturnar tóku støði í heildartørvi hennara.
Tann góða tilgongdin er skipað júst við hesum fyri eygað, men Silja fær ikki tilboðið, tí júst hennara brek er ikki fevnt av góðu tilgongdini. Mong eru í somu støðu, sum Silja, og eru tí fyri mismuni.
Øll børn og ung við breki eiga at fáa eitt heildartilboð, ið byggir á eitt dygdargott samstarv millum viðkomandi myndugleikar. Tann góða tilgongdin skal eftirmetast, tillagast og síðani uppraðfestast og víðkast, soleiðis at hon fevnir um øll børn og ung, ið bera brek.
(Navnið omanfyri er tilvildarligt.)
Heilsan frá limafeløgunum!
Børn, ið bera brek, eru fyri mismuni. Neyðugt er við haldgóðum loysnum - ongantíð ov skjótt!
Uttan hagtøl og gransking vita vit ikki við vissu, um Jákup og aðrir føroyingar fáa nøktandi vælferðartænastur!
Jákup er 50 ára gamal og ber brek. Hóast hann hevur góða útbúgving, hevur hann, orsaka av sínum breki, ilt við at fáa starv. Hetta hevur gjørt, at hann hevur kent seg útihýstan.
Við hagtølum ella gransking kundi verið staðfest, um søgan hjá Jákupi er eindømi. Umframt hetta kundi tað givið eina betri mynd av trivnaði, arbeiðslívi, útbúgving, heilsustøðu og frítíðarlívi hjá Jákupi og øðrum føroyingum, ið bera brek.
Vit eiga at vita, um tað eru fleiri enn Jákup, ið ikki fáa starv orsaka av breki. Brýr eiga at verða bygdar millum viðkomandi stovnar um at skipa og útvega nøktandi hagtølum og gransking. Hetta kann økja um lívsgóðsku og rættartrygd hjá øllum, ið bera brek.
(Navnið omanfyri er tilvildarligt.)
Eru Føroyar eitt vælferðarsamfelag?
Nú val er útskrivað, hevur MEGD sent politisku flokkunum heilsan, har ljós verður varpað á stórar avbjóðingar, ið krevja felags tøk tvørtur um flokkar.
Mynd: Ólavur Frederiksen
Lívið uttan samskifti er einki lív. Ein samskiftisdepil kundi hjálpt Hannu og øðrum føroyingum!
Hanna fekk sum 46 ára gomul heilatøpp. Eftir, at hon var útskrivað frá Heilsuverkinum, fekk hon onga taluvenjing og fær tí í dag illað samskift við onnur.
Okkum tørvar tí at viðurkenna, fíggja og menna førleikar innan alternativar samskiftishættir til fólk, ið bera likamlig, vitborin, sansalig og sálarlig brek.
Ein hóskandi loysn kundi verið ein samskiftisdepil, sum við støði í heildartørvinum hjá Hannu, og so mongum øðrum í hennara støðu, samskipar og veitir viðkomandi tænastur. Eisini høvdu ymsu fakbólkarnir á tvørfakligum grandarlagi samstarvað og ment hóskandi samskiftishættir til tørvin hjá fólki.
Við støði í einum slíkum, kundi verið hugsað um tey, ið hava avbjóðingar við eitt nú at hoyra, tosa, minnast, skriva og lesa og eisini at menna ráðgeving um tøk tøknilig hjálpartól og nýbrot innan vælferðartøkni.
(Navnið er tilvildarligt.)
Betri skipað og virknari samstarv við Mikkjal og onnur sjálvboðin í limafeløgunum!
Mikkjal hevur varðandi sjúku og er sjálvboðin í einum av limafeløgunum hjá MEGD, hóast hann hevur niðursetta orku. Í fleiri áratíggju hevur hann saman við limafelagnum arbeitt fyri rættindum hjá fólki, ið bera brek.
Tá ið løgtingsval er, plagar Mikkjal at fáa vallyfti frá ymsu politisku flokkunum, men hoyrir so ikki aftur, fyrr enn løgtingsval aftur er, og hevur enn ikki funnið nøktandi loysnir á avbjóðingunum.
Fleiri hundrað sjálvboðin eru virkin í limafeløgunum hjá MEGD og eru í somu støðu, sum Mikkjal. Neyðugt er við betri skipaðum, áhaldandi og virknari samstarvi millum politisku skipanina og sjálvboðin í limafeløgunum hjá MEGD um at finna viðkomandi loysnir á teimum avbjóðingum, sum fólk, ið bera brek, liva við.
Fólkaræðið og vælferð eru tvær síður av somu søk.
(Navnið omanfyri er tilvildarligt.)
Bráðfeingis byggiætlanir til Ásu og 502 aðrir føroyingar, ið bera brek!
Ása er 40 ár og hevur menningartarn. Egin bústaður hevði munandi betrað um lívsgóðsku hennara og eisini hjá mammu og pápa hennara. Hon er bara ein út av 503 føroyingum, ið bera brek, sum í dag og komandi tíggju árini hava tørv á at flyta í egnan bústað.
Vit mugu tryggja hóskandi umstøður til Ásu og hinar føroyingarnar skjótast gjørligt og gera bráðfeingis byggirætlanir og -íløgur til ymisk sløg av bústøðum til dømis búfelagsskapir, bústovnar og íbúðir.
(Navnið omanfyri er tilvildarligt.)