Hvar kann fylgjarakortið nýtast?
Fylgjarakortið hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið bera brek, og tískil hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast ella luttaka í ymiskum tiltøkum, hava rætt til at taka fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil ella atgongumerkið fyri fylgjaran. Fylgjarakort verður útflýggjað fólki, ið bera brek, og sum orsakað av breki teirra hava tørv á at hava fylgjara við sær, tá ið tey ferðast ella fara til ymisk tiltøk.
Í høgra teigi liggja umsóknarbløð at fylla út og leiðreglur fyri fylgjarakortið.
Støð har kortið er galdandi eru - trýst á navnið og kom inn á heimasíðuna:
- Norðurlandahúsið
- Søvn Landsins
- Listasavn Føroya
- Tjóðpallur Føroya
- Ítróttarsamband Føroya
- Strandfaraskip Landsins og Bygdaleiðir
- Smyril Line
- Atlantic Airways
- Tiltøk, ið kommunurnar stuðla
- Náttúruterapi
Avtala er eisini gjørd við Atlantic Airways, har fylgjarin hjá tí ferðandi, fær 50% í avsláttri av grundprísinum, tó ikki av ferða- og avgreiðslugjøldum, og øðrum serprísum.