Heimsmálini nevna brekøkið
Heimsmálini og vit
Aðalfundarsamtykt Sameindu tjóða “Transforming the world: the 2030 Agenda for Sustainable Development” frá 2015 heitir á heimsins tjóðir um at virka fyri at fremja 17 burðardygg menningarmál. Málini eru sett fyri tíðarskeiðið 2015 til 2030, og skulu seta eina greiða kós fram ímóti burðardyggari menning til gagns fyri bæði menniskju og náttúru.
Endamálið er, at hvørt landið tekur útgangsstøði í egnum veruleikum og við egnum raðfestingum virkar fyri at fremja málini.
Landsstýrið tekur undir við Heimsmálunum. Hetta nevndi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í ólavsøkurøðu sínari í 2020.
MEGD hevur valt, at leggja dent á ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Tó hevur arbeiðið við Heimsmálunum í Norðurlondunum fylt. Tað hevur sjálvsagdan týdning, at brekøkið verður hugsað inn, tá ið Heimsmálini verða umtalað í politiksa arbeiðinum.
Heimsmálini nevna eisini brekøkið
Heimsmálini nevna brekøkið millum annað her:
Heimsmál 1 – Einki fátækradømi
1.3 Seta í verk sosialar trygdarskipanir og tiltøk, sum eru hóskandi fyri einstaka landið, fyri øll, her íroknað lágmørk, og fyri 2030 skulu hesar skipanir fevna um ein heilt stóran part av teimum fátæku og teimum, sum eru illa fyri
Heimsmál 3 – Góð heilsa og vælferð
3.4 Fyri 2030 skal deyðatalið, har fólk doyggja tíðliga sum fylgja av ikki-smittandi sjúkum, skerjast við einum triðingi við fyribyrging og viðgerð, og virkað verður fyri sálarheilsu og vælveru
3.8 Øll skulu vera fevnd av heilsuskipanum, sum millum annað fevna um fíggjarliga váðaverju, atgongd til dygdargóðar grundleggjandi heilsutænastur og atgongd til tryggar, virknar, dygdargóðar, lívsneyðugar og kostnaðarrímiligar heilivágir og koppsetingar
Heimsmál 4 – Dygdargóð útbúgving
4.a Útbúgvingarstovnar verða bygdir og dagførdir, sum hava fyrilit fyri barnsins tørvi, brekum og kyni, og sum geva øllum eitt trygt, ikki-harðligt, rúmligt og munagott læriumhvørvi
Heimsmál 5 – Javnstøða millum kyn
5.1 Endi verður gjørdur á øllum mismuni allastaðni, sum kvinnur og gentur eru fyri
5.2 Beint verður fyri øllum harðskapi ímóti øllum kvinnum og gentum bæði alment og privat, heruppií menniskjahandli og kynsligari og aðrari misnýtslu
5.5 Kvinnum verður tryggjað fulla og virkna luttøku og somu møguleikar til leiðslu á øllum stigum, har avgerðir verða tiknar í politikki, búskapi og tí almenna
5.c Samtykkja og styrkja skilagóðar politikkir og lóggávu, sum kann handhevjast, og sum virka fyri javnstøðu millum kynini og máttmenning av øllum kvinnum og gentum á øllum stig
Heimsmál 8 – Sømuligt arbeiði og búskaparvøkstur
8.5 Fyri 2030 skal vera fult og framleiðandi arbeiði og sømilig størv til allar kvinnur og menn, eisini ung fólk og fólk, ið bera brek, og sama løn skal vera fyri arbeiði, sum hevur sama virði
Heimsmál 10 – Minni ójavni
10.2 Fyri 2030 skal sosial, búskaparlig og politisk inklusjón styrkjast og fremjast, sama hvør aldur, kyn, brek, rasa, etnisitetur, uppruni, átrúnaður, fíggjarlig støða ella onnur støða er
10.4 Politikkur, serliga búskapar-, lønar- og sosialpolitikkur verður settur í verk, sum so við og við fer at virka fyri størri javnstøðu
Heimsmál 11 – Burðardyggir býir og býlingar
11.1 Fyri 2030 skal øllum verða tryggjað atgongd til skikkaðar og tryggar bústaðir fyri rímiligan kostnað, grundleggjandi tænastur og fátækrabýlingar verða rivnir niður
11.2 Fyri 2030 skal øllum verða tryggjað atgongd til atkomiligar og burðardyggar flutningsskipanir fyri ein rímiligan kostnað, ferðslutrygdin skal bøtast millum annað við at byggja út almennar flutningstænastur við serligum atliti at tørvinum hjá teimum, sum illa eru stødd, kvinnum, børnum, fólkum, ið bera brek, og teimum eldru
11.3 Fyri 2030 skal býarmenning gerast meira inkluderandi og burðardygg, og førleikin at gera samskipandi og burðardyggar bústaðarætlanir og stýringar í øllum londum skal styrkjast
11.7 Fyri 2030 skal atgongd verða útvegað til trygg, inkluderandi og atkomilig, grøn og almenn pláss um allan heim, serstakliga fyri kvinnur og børn, eldri fólk og fólk, ið bera brek
Heimsmál 16 – Friður, rættvísi og sterkir stovnar
16.10 Almenn atgongd til kunning og verju av grundleggjandi frælsirættindum í samsvari við altjóða lógir og altjóða sáttmálar verður tryggjað
Heimsmál 17 – Samstarv um heimsmálini
17.18 Fyri 2020 skal stuðulin til førleikabúgving til menningarlond økjast, eisini fyri tey minst mentu londini og smáoyggjar í menning, til í stórum at økja tøku nøgdina av hádygdar- og álítandi dátum, sum eru sundurgreinaðar eftir inntøku, kyni, aldri, rasu, etnisiteti, migratoriskari støðu, breki, landafrøðiligum staði og øðrum eyðkennum, viðkomandi í landssamanheingi