Parkeringskort
Parkeringskort fyri persónar við avlamni
- Umsóknarblað til parkeringskort (fyrstu ferð)
- Umsóknarblað til at endurnýggja parkeringskort
- Hvussu verða mínar upplýsingar viðgjørdar
- Kunngerð um parkeringskort fyri persónar við avlamni
Gev gætur
- Umsóknaroyðublaðið verður sent aftur, um okkurt manglar at fylla út
- § 3, stk. 6 í kunngerðini vísir á, at tú sjálv/-ur rindar fyri útreiðslur í sambandi við læknaligar upplýsingar
- § 16 í kunngerðini vísir, á, at fyri útgávu av parkeringskorti verður goldið 425 kr og er galdandi fyri 10 ár.
Stk. 2 sigur, at fyri endurnýggjan av parkeringskorti verður goldið 250 kr.
Stk. 3. sigur, at fyri útgávu í sambandi við burturmist parkeringskort ella um handhavin av aðrari orsøk biður um nýtt parkeringskort, verður goldið 250 kr. - Peningurin verður fluttur á konto í Betri Banka 9181-465.539.9
- Tá parkeringakortið verður endurnýggjað skalt tú upplýsa fyri MEGD um heilsustøðuni er batnað síðani tú fekst parkeringskortið av fyrstan tíð. Um ongar broytingar hava verið nýtist tær ikki at útvega læknaváttan fyri heilsustøðuni fyri at fáa parkeringakortið endurnýggjað. Er heilsustøðan betrað, verður tú hinvegin biðin um at útvega heilsuváttan.
Tú hevur rætt til parkeringskort, um tú
- Hevur fingið játtaðan stuðul til keyp av bili ella stuðul til rakstur av bili, sbrt. almannalógini.
- Ert góðkendur at taka lut í einstaklinga avlamiskoyring við illa rørslutarnaðum persónum og sum er skipað sum koyring til frítíðarvirksemi.
- Harafturat kann parkeringskort verða útgivið og endurnýggjað hjá persónum, sum eru sera illa gongdir, hava varandi niðursett evni at virka ella onnur líknandi heilsulig viðurskifti, sum í serligan mun skerja evni ella ger tað trupult
1) at ferðast,
2) at varðveita ella at fáa eitt arbeiði, ella
3) at fullføra eina útbúgving.