Stevnuskrá

  • MEGD arbeiðir fyri líkarætti
  • MEGD hevur til endamáls at bøta um støðuna og livikorini í samfelagnum hjá teimum, ið bera brek
  • MEGD er óheft partapolitiskt og átrúnaðarliga

Handikappolitikkur er samfelagspolitikkur

Grundarlagið undir øllum arbeiði á brekøkinum og treytin fyri einum góðum samfelag er, at øll meniskju hava sama virði. Eitt samfelag hevur ábyrgd av øllum borgarum. Myndugleikarnir hava økisábyrgd, har mál verða viðgjørd á røttum stað.

Fólk, ið bera brek ynskja ikki frammíhjárættindi, men somu møguleikar sum øll onnur.

Saman við limafeløgunum og øðrum felagsskapum arbeiðir MEGD fyri at vísa á og loysa samfelagsligu trupulleikarnar hjá teimum, ið bera brek.

Líkarættur

Vit krevja líkarætt uttan mun til førleika. Vit krevja, at fólk, ið bera brek, ella avvarðandi teirra, eru við í øllum avgerðum, sum viðvíkja teimum.

Samanhald

Øll menniskju hava tørv á felagsskapi, tí skal samfelagið vera lagað soleiðis, at øll hava møguleika at taka lut í tí, sum fer fram í samfelagnum.

Samhaldsfesti

Samhaldsfesti (solidaritet) er áhugin fyri tí einstaka borgaranum og viljin at arbeiða fyri rættvísi og líkarætti. Við at gera batar í samfelagnum eru vit við til at bøta um umstøðurnar hjá tí einstaka.

Fólkaræði

Í einum fólkaræðisligum samfelag eiga øll menniskju at hava møguleika at fremja sínar hugsjónir og síni sjónarmið. Har fólk, ið bera brek ikki hava møguleikan at gera seg galdandi eins og onnur, er fólkaræðið ikki til staðar. Fólk, ið bera brek krevja, at samfelagið verður ment soleiðis, at øll kunnu taka lut. Tað er ein sjálvfylgja, at fólk, ið bera brek, eru við í menningini av samfelagnum.

Tað er ógjørligt hjá tí einstaka at broyta samfelagið. Men saman eru vit sterk. Í felag arbeiða vit stig fyri stig fyri einum samfelagi fyri øll.

Fólk, ið bera brek, skulu ikki laga seg til samfelagið, men samfelagið skal rúma til øllum.