Barnatekningar til altjóða dag teirra, ið bera brek 2019

Týskvøldið 3. desember 2019 var Smæran í Tórshavn karmur um tiltakið „Eitt virkið lív” um luttøku í øllum lívsins viðurskiftum. Á skránni vóru framløgur, kjak, persónligar søgur, tónleikur, kaffi, prát og framsýning av barnatekningum.

MEGD ynskir at takka næmingum og lærarum í Vágs skúla og í Skúlanum í Eysturkommunu fyri vælvilja og áhugaverd prát um tað at vera virkin, hóast avmarkingar.

Her eru myndirnar, sum tú ert vælkomin at njóta :)