Fylgjarakort
Fylgjarakort fyri persónar, ið bera brek
- Umsókn og heilsuváttan fyrstu ferð
- Kunning um fylgjarakort
- Leiðreglur um fylgjarakort
- Hvussu verða mínar upplýsingar viðgjørdar
- Ofta settir spurningar til Atlantic Airways
Gev gætur
- Umsóknaroyðublaðið verður sent aftur, um okkurt manglar at fylla út
- Fylgjarakortið kostar kr. 200,- og verður goldið inn á konto 9181-465.540.2 og er galdandi í trý ár.
- Tú skalt sjálv/-ur rinda fyri útreiðslur í sambandi við læknaligar upplýsingar
Tú hevur rætt til fylgjarakort, um tú
- Ert góðkendur til búpláss á sambýli/stovni. Umsóknin skal stemplast og undirskrivast av leiðaranum, har læknin vanliga undirskrivar
- Hevur fingið parkeringskort fyri persónar við avlamni
- Hevur persónligan stuðul/hjálpara. Prógv fyri tørvinum skal sendast við
- Hevur fingið játtaðan stuðul til keyp av bili ella stuðul til rakstur av bili, sbrt. forsorgarlógini
- Ert limur í Blindafelag Føroya
Endurnýggja