Leiga húsið
Leiga av húsi
MEGD heldur til á Íslandsvegi 10c í Tórshavn, her eisini fleiri av limafeløgunum hava skrivstovu.
Í húsinum er ein stova, ið rúmar umleið 30 fólkum. Fleiri upplýsingar er tøkar niðanfyri.
Leiga av hølum
MEGD leigar hølið út til ymiskt, eitt nú fundir og skeið.
Kostnaður:
- Fyri limafeløg í MEGD er tað ókeypis at leiga stovuna
- Fyri feløg, persónar og felagsskapir, ið eru uttanfyri MEGD, er kostnaðurin at leiga hølini 2.000,- pr. dag
- Hølini verða leigað út uttan fyri skrivstovutíð
Hølini
Stovan rúmar í mesta lagi 30 fólkum. Í stovuni er tráðleyst internet, skermur, mikrofon og annað, ið brúk er fyri til fundir og skeið. Í køkinum er møguligt at gera kaffi/te, men ikki ber til at gera størri máltiðir.
Lykil
Lykilin verður avheintaður á MEGD skrivstovuni týsdag, mikudag ella hósdag millum klokkan 10.00-15.00.
Reglur fyri húsið
Tey, ið eru í húsinum uttanfyri skrivstovutíð í MEGD, sløkkja og steingja eftir sær.
Tiltøk, fundir og nevndarfundir skulu verða fráboðaðir skrivstovuni, ið hevur ábygd av kalendaranum.
Fundarhølið
Fundarhølið verður leigað út til tiltøk hjá limafeløgunum í MEGD. Harumframt kann hølið leigast øðrum eftir avtalu. Við í leigumálinum er atgongd til køkin.
Tey, ið leiga fundarhølið, hava ábyrgd av at rudda upp eftir sær; tøma og fylla uppvaskimaskinuna, seta steintoy og kannur uppá pláss, beina rusk burtur, vaska gólvini, ansa eftir, at alt er sløkt, vindeygu afturlatin og úthurðin stongd. Um borðini verða flutt, skulu hesi setast uppá pláss aftur