Rættindi
Rættindi
Í dag er tað ikki ein sjálvfylgja, at fólk við breki hava somu rættindi sum onnur. Hetta arbeiðir MEGD áhaldandi við at broyta.
ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, varð samtyktur á Føroya Løgtingi 13. mai 2009. Í 2015 fekk Almannamálaráðið leiklutin at samskipa íverksetanina av ST sáttmálanum, og har liggur tí eisini arbeiðið at skipa eitt formligt samstarv millum aðalráðini, ið hevur til endamáls at tryggja, at sáttmálin verður settur í verk.