Virka og liva ótarnað

MEGD virkar fyri, at øllum fólkum stendst í boði at kunna virka og liva ótarnað í samfelagnum hóast rørslubrek. 

MEGD hevur gjørt eina vegleiðing um bygging og atkomu, sum byggiharrar, kommunur og onnur áhugaði kunnu brúka, tá ið bygt verður. Henda leiðbeining inniheldur góð ráð um stødd á t.d hurðum, gáttum, skráum o.s.fr. 

Atkoma úti

Framman fyri úthurð skal ein plattur vera, sum er á hædd við gólvið innanfyri. Platturin skal vera minst 1,5 x 1,5 m mált frá síðuni, har hongslini eru.

Um hurðin gongur út, skal platturin vera 0,2 m størri fram við húsavegginum. Hæddarmunur millum lendi og platt skal javnast við skráa ella rampu.

Við úthurðar skal vera gott ljós, og tær skulu hava annan lit enn veggurin, soleiðis at tær eru góðar at finna hjá sjónveikum. Úthurðar skulu hava lættgangandi handtak og skulu ganga lætt.

Almenn ves

  • Rúmstøddin skal vera minst 210 x 230 cm. Um hurðin gongur inn í rúmið, skal rúmið vera størri. Gáttin skal ikki vera meira enn 2,5 cm høg
  • Hurðaopið skal vera í minsta lagi 77 cm ljósmát (hurð = 9M)
  • Hædd til yvirkant á vesi - setrið skal vera 48 - 50 cm
  • Hædd til yvirkant á vaski skal vera umleið 80 cm
  • Hondvask og ves skulu standa soleiðis í mun til hvørt annað, at brúkarin kann brúka vaskið, meðan hann situr á kummuni
  • Hædd til undirkant á spegli skal vera umleið 90 cm
  • Mát frá vesstóli til vegg (har sum hondvaskið ikki er) skal vera minst 90 cm
  • 2 stk. hondstuðlar (hædd uml. 80 cm) skulu vera
  • Vendiflata (d = 150 cm) til koyristólar skal vera inni á toilettinum

Lyftir

Í bygningum við tveimum hæddum ella meira (bygningar við eini hædd afturat stovuhædd) skal vera minst ein lyfta, sum er atkomulig á øllum hæddum.

Í íbúðarbygningum skal lyftistólurin vera minst 110 cm breiður og 140 cm djúpur. Hurðaopið skal vera minst 80 cm. Í almennum bygningum, virkisbygningum og bygningum til eldri og rørslutarnaði, sum eru røktarkrevjandi, skal lyftustólurin vera minst 200 cm breiður og minst 140 cm djúpur. Hurðaopið skal vera minst 90 cm.

Knøttar eiga at vera settir miðskeiðis á veggin og 90 - 120 cm frá gólvi. Knøttar eiga at vera merktir við tølum og blindskrift. Blindskriftin eigur ikki at standa á sjálvum knøttinum.

Parkering

Parkeringspláss til rørslutarnaði skal vera væl avmerkt. Plássið skal vera 3,5 m breitt. Møgulig gongubreyt kann, um hon er sløtt og í somu hædd sum parkeringsøkið, brúkast sum partur av hesi breidd. Frá parkeringsøki til annað økið má hæddarmunurin ikki vera meira enn 2,5 cm.

Parkeringspláss til bilar við rampu skal vera 4,5 x 8 m.

Parkingeringspláss til rørslutarnaði skal altíð vera so nær við inngongd sum gjørligt.

Tal av parkeringsplássum.

Um tað eru fleiri enn 10 parkeringspláss skal eitt vera til rørslutarnað. Eru til og við 100 parkeringspláss, skal eitt vera fyri hvørji 25. Eru meira enn 100 parkeringspláss, skulu fimm vera til rørslutarnað.

Peningasjálvtøkur, gjaldsterminalar o. l. 

Peningasjálvtøkur, gjaldsterminalar o. l. skulu gerast soleiðis, at rørslutarnað fólk kunnu brúka teir. Hæddin skal vera soleiðis, at fólk í koyristóli kunnu brúka teir.

Hetta kann gerast antin við at seta peningasjálvtøkur o.l. soleiðis, at eitt fólk í koyristóli røkkur teimum, ella so at sjálvtøkurnar kunnu lyftast upp og niður. 

Støðuplássið framman fyri skal vera minst 1,3 x 1,3 m og skal vera vatnrætt.

Rampur

Rampur skulu vera minst 1,3 m breiðar. Er rampan longri enn 10 m, skal hon vera minst 1,3 m breið og ein vatnrættur hvíldarstaður (repos), sum er minst 150 cm langur, skal vera pr. 10 m. Hallið skal ikki vera størri enn 50 cm (1:20). Rampur skulu hava hondlistar og hjólverjur á báðum síðum. Har sum hæddarmunurin er meir enn 50 cm, skal trappa vera eisini.

Trappur 

Trappur í felagsrúmum skulu vera minst 1 m breiðar. Í dupulthúsum skulu trappur vera minst 0,9 m breiðar. Hæddin yvir trappum skal vera minst 2,0 m. 

Lutfallið ímillum grund og uppstig á trappu skal vera soleiðis, at hon er trygg at ganga á. Uppstigið skal ikki vera meir enn 18 cm.

Á beinum trappum, kvart - og hálvsvingstrappum skal grundin vera minst 28 cm, í íbúðarbygningum tó 25 cm. Á snyrilstrappum skal grundin vera minst 20 cm.

Grund og uppstig skulu mátast í gongulinjuni.

Snyrilstrappur eru ikki vælegnaðar til blind og sjónveik.

Vegleiðing:

  • Innandura trappa : 2 uppstig + 1 grund = 61 - 63 cm  (Ikki snyrilstrappur)
  • Uttandura trappa : 2 uppstig + 1 grund = 65 - 70 cm  (Ikki snyrilstrappur)

Hondlistar og verjur:

  • Har sum trappur ella rampur eru, skal hondlisti vera, sum er minst 0,8 m høgur, og har sum trappupallar eru, skal hæddin vera minst 0,9 m
  • Glaspartí skulu gerast soleiðis, at eingin vandi er fyri fólkaskaða. Glaspartí í veggjum, glashurðar og glaspartí við hurðar skulu merkjast týðiliga ella verjast
  • Hondlistar skulu vera lættir at halda um
  • Træ er vælegnað til hondlistar

Hurðar

Innhurðar: Hurðaopið skal vera minst 77 cm (hurð = 9m). Gongur hurðin ímóti tær, skal vera minst 50 cm frípláss á síðuni mótsætt hongslunum. Gáttin skal ikki vera meira enn 2,5 cm høg.

Úthurðar: Hurðaopið skal vera minst 10 m. 

(1 m = 10 cm)