Myndir
Aðalfundurin 2023
29. mars 2023 var árligi aðalfunurin hjá MEGD. Umframt framløgu av ársroknskapinum og formansfrágreiðing, var val av limum í starvsnevndina á skrá. Fía Petersen fyri Javna og Bjørg Dam fyri ADHD felagið stóðu báðar fyri vali og vóru afturvaldar. Sonja Tausen fyri Cøliakifelag Føroya og John William Joensen fyri Parkinsonfelagið stóðu eisini fyri vali sum tiltakslimir og vóru afturvald.