Myndir
Dugni á Kambsdali
Í gjár var starvsnevndin hjá MBF á vitjan í endurnýtsluhandilinum hjá Dugna á Kambsdali. Tey taka ímóti møblum, leikum, sukklum og nógvum øðrum, sum fólk hava sett í eina av bingjum teirra í Klaksvík og í Nesvík. Hetta eru lutir, ið fólk vilja av við, men sum tó eru ov góðir at koyra burtur. Eisini gera tey smáar ábøtir og reingera lutirnar, fyri seinni at selja teir í handlinum. Í samstarvi við IRF, taka tey eisini teldur sundur til endurnýtslu. Harafturat kunnu tey umvæla ymiskar lutir fyri fólk. Eisini framleiða tey ymiskar lutir ella partar av framleiðslu lutum fyri føroysk virkir.