Atkomumøguleikar í Bylgjuni
Í dag 23. august 2014 kl. 13 verður nýggja fimleikarhøllin "Bylgjan" í Runavík tikin í nýtslu. Búsetur hevur staðið fyri byggiarbeiðnum og Lokale- og anlægsfonden hevur stuðlað verkætlanini. MBF var á vitjan og sigast má, at umstøðurnar eru góðar.