Myndir
MBF vitjar Sjóndepilin
Í dag 13. august 2014 varð vitjað á Sjóndeplinum á Íslandsvegnum og eisini á verkstaðnum í Traðarbrekku í Havn. Verkstaðið er eitt arbeiðstilboð til sjónveik/blind og lættari seinment millum 18 og 67 ár, har framleiðslan er skipað so, at tann einstaki kann arbeiða so sjálvstøðugt sum gjørligt. Meira um Sjóndepilin er at lesa á www.sjondepilin.fo. Handilin er opin týsdag frá kl. 13:00 til 15:00 og fríggjadag frá kl. 10:00 til 15:00. Takk fyri blíðskapin og alt tað, vit sóu!