MBF vitjar Sjóndepilin

Áhugavert var í dag at vitja Sjóndepilin, sum er ein vitanardepil á sjón- og rehabiliteringsøkinum og veitir ráðgeving til fólk, ið eru blind ella eru sjónveik, til teirra avvarðandi og kunning til starvsfólk á arbeiðsplássum, barnagørðum og skúlum. Sjóndepilin hevur nógv ymisk tilboð og tænastur, so sum ráðgeving, skeiðvirksemi, dagtilhald og verkstøð. Meira um Sjóndepilin er at lesa á www.sjondepilin.fo.