Myndir
Vitjan á Rásini
17. juni var starvsnevndin í MBF á vitjan á Rásini í Runavík, sum er skúli og samdøgursstovnur fyri ung við menningartarni. Endamálið við stovninum er, at tey ungu fáa ment sínar førleikar, so tey eftir lokið skúlatilboð kunnu liva eitt sjálvstøðugt lív bæði persónliga, sosialt og í arbeiðslívi. Í dag ganga sjey næmingar á Rásini. Sonni Djurhuus, leiðari, greiddi frá arbeiðnum og framtíðarætlanum, sum bæði eru spennandi og viðkomandi. Meira um Rásina er at lesa á www.rasin.fo.