Myndir
Tann góða tilgongdin
MBF var við fyrrapartin í gjár, tá ið arbeiðsbólkurin, sum hevur skrivað tilmæli um at skipa eina góða tilgongd hjá familjum við barni við autismu, handaði avvarðandi landsstýrisfólkunum og kommufelagsformanninum tilmælið.
Landsstýrisfólkini við almannamálum, mentamálum og heilsumálum og formaðurin í Kommunufelagnum eru samd at fremja tilmælini, sum arbeiðsbólkurin vísir á í “Tí góðu tilgongdini”.
Á heimasíðuni hjá Autismufelagnum - http://autisma.fo/ - stendur at lesa: Tann góða tilgongdin snýr seg um at skipa eina góða tilgongd fyri børn við autismu og familjur teirra. Hetta serliga í mun samstarv við almennu myndugleikar, soleiðis at tænastan er greið og samskipað.
Arbeiðið at skipa góðu tilgongdina hevur verið sermerkt á tann hátt, at brúkarin hevur verið við í øllum arbeiðinum, og útgangsstøði hevur verið tikið í familjuni, heldur enn myndugleikunum.
Jørmund Foldbo, formaður í Autismufelagnum segði m.a. í sínari framløgu í dag, at við hesum arbeiðinum er nógv vunnið:
- Vit foreldur vita eina rúgvu, og tað er gott, at vit eru tikin við í arbeiðinum. Vit eru ikki partur av trupulleikanum, men kunnu vísa á loysnir. Við góðu tilgongdini skulu foreldur ikki longur hava tann samskipandi leiklutin millum allar teir ymsu myndugleikarnar, vit fara at fáa eina heildarætlan fyri einstaka barni, tað verður samstarvað tvørtur um fakmørk, og tað er ein skipað tilgongd, tá barnið skifti lívsstøðu, segði Jørmund Foldbo.
Skipanin setast í verk Í sama viðfangi, sum landsstýrisfólkini og kommunufelagsformaðurin tóku ímóti tilmælinum, skrivaðu tey undir eina yvirlýsing, um at fylgja tilmælinum í størst møguligan mun. Yvirlýsingin varð handað formanninum í Autismufelag Føroya.
Í yvirlýsingini stendur m.a.: “Tann góða tilgongdin” er ein skipaður samstarvsleistur, sum skal tryggja eitt dygdargott samskipað heildartilboð til børn við autismu og familjur teirra, har avvarðandi myndugleikar taka ábyrgd av sínum parti av tænastuni og taka ábyrgd at samstarva og samskipa tænastuna við aðrar myndugleikar. Partarnir eru samdir um, at miða eftir, at skipanin, sum er lýst í tilmælinum, verður sett í verk 1. januar 2015, og at øll børn við autismu og familjur teirra frá 1.januar 2016 eru fevnd av hesi skipan. Semja er somuleiðis um, at skipanin skal endurskoðast í 2017.”
Tann góða tilgongdin tekur útgangsstøðið í børnum, ið hava autismu, men ætlanin er, at mannagongdirnar skulu kunna brúkast í øðrum sambondum eisini.
Arbeiðsbólkurin hevur verið mannaður við umboðum frá Autismufelagnum, Kommunufelagnum, Psykiatriska deplinum/Landssjúkrahúsinum, Sernámi og Almannaverkinum. Arbeiðið er samskipað av embætisfólkum úr Almannamálaráðnum, Heilsumálaráðnum og Mentamálaráðnum.
Til handanina í dag løgdu øll trý landsstýrisfólkini og formaðurin í kommunufelagnum áherðslu á týdning av at samskipa tænasturnar til børn og ung við serligum tørvi. Tey fegnaðust um tilmælið og søgdu øll seg vilja gera sítt til at tilmæltu átøkini verða sett í verk.