Myndir
Fólkafundurin 2014
Í døgunum 19. og 20. september var MBF við á Fólkafundinum 2014 í Runavík. Nógv fólk vitjaðu básin, har tey fingu kunning um felagið ella limafeløgini og prát um brekøkið.
Nýtt MBF blað var at fáa, har tilfarið er merkt av ST sáttmálanum og ferðini MBF gjørdi til Geneve við skuggafrágreiðingini. Spennandi hevur verið at fylgt við gongdini og eisini tí, sum seinastu mánaðirnar er sett á skinnarar. Víst er áhugin til staðar, men enn er nakað eftir at vísa vilja í verki.á fáa.
Tey trý hjartamálini MBF hevði við sær á Fólkafundin vóru:
Hjartamál 1: At orðaður verður ein greiður brekpolitikkur og ein ítøkilig ætlan gjørd fyri, hvussu ST sáttmálin skal setast í verk í føroyska samfelagnum, og at eitt aðalráð fær ábyrgdina av ST sáttmálanum.
Hjartamál 2: At fólk, ið bera brek, fá arbeiðsmøguleikar innan tað almenna og privata soleiðis, at tey fíggjarliga gerast sjálvbjargin.
Hjartamál 3: At ein inkluderandi fólkaskúli kemur at vera grundarlag fyri, at allir ungdómar fáa miðnámsskúlatilboð ella aðrar hóskandi møguleikar.
MBF skipaði fyri kvøldsetu bæði fríggja- og leygarkvøldið.
Fríggjadagin kl. 16:00 við evninum “Eitt virðiligt lív”
Kára Løkin – námsfrøðingur og leiðari Jóhanna Andreasen – sjúkrarøktarfrøðingur við serútbúgving innan kongitiva atferðarterapi Kristna Bærentsen – tónleikur Eydna Skaale - kandidatur í retorikki Linda Sunder - namsfrøðingur
Leygardagin kl. 17:00 við evninum ST sáttmálin - og hvat so? Signe Højsten – Danske Handicaporganisationer Jens Marni Hansen – tónleikur Annika Olsen – landsstýriskvinna Heri á Rógvi – Lóður
Í sambandi við Fólkafundin valdi MBF at bjóða formonnunum í teimum 24 limafeløgunum og embætisfólki í politisku skipanini til forkunnugan fund leygardagin 20. september kl. 15:30, har Signe Højsten frá Danske Handicaporganisationer segði frá, hvussu limafeløgini kunnu arbeiða við og nýta ST sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek í teirra arbeiði.