Myndir
Skúli fyri lesi- og skriviveik
Í dag var MBF á vitjan í hølunum hjá felagnum fyri lesi- og skriviveik á Tróndargøtu 40 í Tórshavn, har felagið hevur skúla.
Forkvinnan, Anne Karin Kjeld, greiddi frá arbeiðnum hjá felagnum, sum nú er 15 ár. Avbjóðingarnar við nøktandi og mennandi undirvísing til lesi- og skriviveikar føroyingar eru stórar. Hesin skúlin líkist ikki øðrum skúlum, og her møta næmingarnir øðrum, sum hava somu ella líknandi avbjóðingar, og her hevur tað eisini stóran týdning, at sjálvsálitið verður styrkt.
Utgangsstøðið er, at um næmingar fáa røttu vegleiðing, hjálp og ráðgeving, so kunnu øll læra at lesa og skriva. Neyðugt er, at støðið verður tikið í hvørjum einstøkum næmingi, og at undirvísingin er tilrættaløgd eftir hansara støði. Eisini hevur samskiftið við heimið og ímillum lærara og næming nógv at siga.
Felagið er limur í norðurlendska felagsskapinum fyri lesi- og skriviveik.
MBF takkar fyri løtuna og vit ynskja felagnum og øllum, sum eru við, góðan arbeiðshug.