Myndir
Sambýlið eystan Heyg
Í dag varð sambýlið eystan Heyg í Tórshavn handað Almannamálaráðnum, og í hesum sambandi var almenn móttøka á sambýlinum. Sambýlið eystan Heyg hevur 16 búeindir – átta eru sjálvstøðugar íbúðir og átta eru íbúðir, ið eru knýttar at einum felagsøki. Nú fáa sálarsjúk eitt sambýli, sum er bygt til endamálið og tørvin. Búfólkini á sambýlinum eystan Heyg fáa við hesum góðar og virðiligar umstøður og kunnu kenna seg trygg í nærumhvørvinum. Við hesum fáa tey bestu fortreytir at liva eitt virkið og sjálvstøðugt lív. MBF gleðist um nýggja sambýlið.