Myndir
Vitjan á Vága floghavn
Í dag var MBF á vitjan hjá Vága Floghavn, har hugt varð inn í nýggju farstøðina og tænastubygningarnar, sum stóðu lidnir, nýbygdir á sumri 2014.
Tíðliga í tilgongdini var MBF við og ráðgav í byggingini, tí ynsiligt var, at nýggju bygningarnir skuldu vera so atkomuligir fyri øll ferðafólk, sum gjørligt.
T.d. kann nevnast, at ferðafólk, sum koma og fara fáa uttan fyri komuhøllina tak yvir høvdið, farstøðin er í einari hædd við ongum gáttum, har eru fleiri góð og rúmliga WC, og hurðarnar taka eisini atlit til tey, ið bera brek.
Umstøðurnar eru góðar, eisini fyri sjúklingar, sum hava møguleika at fara út ígjøgnum egið fráfaringarhøli, gott pláss er til sjúkrasong og aðrar hentleikar, sum koma væl við hjá sjúklingum og teimum, sum fylgja við teimum.
Ambulyftan, sum er ein bilur við lyft, gevur teimum, sum hava tørv á tí, møguleika at verða flutt upp í og niður úr flogfarinum uttan at vera borðin.
Handicapparkering er eisini møgulig beint við inngongdina.
MBF takkar fyri dagin á Vága floghavn og gleðist um, at fólk, ið bera brek, hava fingið virðiligar umstøður sum ferðafólk.