Myndir
Depilin til børn og ung
16. desember 2014 var MBF við, tá ið almenn móttøka var í nýggja depilinum til børn og ung við fjølbreki á Gerðisvegi 5 í Runavík. Sigast má, at nýggju umstøðurnar er avbera góðar. Depilin avloysir dagstovnin og umlættingartilboðið Reiðrið á Saltnesi.
Á heimasíðuni amr.fo stendur, at á depilinum fáa 12 børn og ung við fjølbreki eitt dagtilboð, umframt at átta umlættingarpláss eru til børn og ung úr øllum landinum. Depilin veitir røkt og viðgerð og skapar umstøður soleiðis at børnini og tey ungu á besta hátt mennast kropsliga, sálarliga og fatanarliga, alt eftir aldri, tørvi og førleika hjá tí einstaka.
Tað var á heysti 2010, at bygginevnd varð sett, ið fór til verka beinanvegin. Á heysti 2011 handaði bygginevndin landsstýriskvinnuni tilmæli um staðseting og byggiskrá. Spakin varð settur í í januar 2013, og gongd varð sett á byggingina miðskeiðis í 2013.
Depilin varð upprunaliga mettur at kosta góðar 24 milliónir krónur, men fíggjarkarmurin varð hækkaður til 26,5 mió. kr.