Myndir
Góða ferð!
Í desember 2014 var MBF á vitjan hjá Atlantic Airways. Tosað varð um týdningin av góðum umstøðum hjá ferðandi, ið bera brek. Sum ferðafólk hevur tað altíð stóran týdning, at tú kennir teg tryggan, og at møguligar avbjóðingar á ferðini verða hugsaðar inn, áðrenn farið verður. Soleiðis kunnu trupulleikar fyribyrgjast, og ferðin gerast góð og so ómakaleys sum gjørligt.
Størst týdning hevur tað, at ferðin er væl fyrireikað, t.v.s., at longu, tá ið ferðaseðilin verður bílagdur, at tann ferðandi er nágreiniligur í at lýsa sín tørv. Í løtuni arbeiðir Atlantic Airways við atgera nýggjar mannagongdir, sum eftir ætlan verða klárar á vári 2015.
Í dag nýtir Atlantic Airways ”Mannagongd viðvíkjandi ferðing hjá fólkum, ið bera brek”. Har stendur m.a., at um tann ferðandi ynskir at hava egnan koyristól við, skal gerast vart við hetta hjá ferðaskrivstovuni, sum síðan boðar flutningsfelagnum frá.
Um tann ferðandi ikki hevur egnan koyristól við, men ynskir at nýta koyristól við fráferð og komu, skal gerast vart við hetta hjá ferðaskrivstovuni, sum síðan boðar flutningsfelagnum frá, sum nýtir sín egna koyristól
Um neyðugt er við hjálp út til flogfarið ella frá sitiplássinum umborð, skal gerast vart við hetta hjá ferðaskrivstovuni, sum síðan boðar flutningsfelagnum frá. Sigast skal frá aftur, tá ið tann ferðandi kekkar inn.
Ferðandi, ið brúka koyristól, skulu fyrst umborð. Í øllum okkara flogførum eru stólarnir 2A og 2F best egnaðir til fólk, sum brúka koyristól, tí her kann armlenið lyftast upp.
Við komu kemur tann ferðandi, sum tørvar hjálp, í land eftir, at hini ferðafólkini eru farin í land.
Um tann ferðandi skal víðari, so eiga somu boð, sum eru givin til flutningsfelagið og við kekk inn, at verða boðað víðari til allar støðir á ferðini, so tann neyðuga hjálpin er tøk alla staðni.
Ein blindur ferðandi, sum tørvar hjálp, eigur at gera vart við hetta á ferðaskrivstovuni, sum síðan boðar flutningsfelagnum frá.
Við kekk inn skal tann blindi aftur boða frá, um tørvur er á hjálp í terminalinum ella út til flogfarið.
Um ein blindur ferðast einsamallur, verður viðkomandi settur fremst, so at flogternan betur fær hjálpt til.
Um ivaspurningar eru, ber altíð til at ringja til Atlantic Airways á telefon 00298 341010.
Við vón um góða ferð!!!