Fountainhúsið

Í dag var MBF á hugnaligari og upplýsandi vitjan í Fountainhúsinum í Tórshavn. Fólk vóru komin til arbeiðis, og tá ið vit komu, settu tey seg at tosa um húsið og virksemi har.

Á heimasíðuni www. fountainhus.fo stendur, at Fountainhúsið er eitt sosialt og arbeiðsrættað tilboð til fólk í aldrinum 18-67 ár, sum hava ella hava havt sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar. Fountainhúsið er eitt psykiatriskt rehabiliteringstilboð.

Eisini stendur, at ein týdningarmikil hugsan aftanfyri Fountainhús modellið er, at samleikin hjá menniskjum er nágreiniliga bundin at hava eitt arbeiði við uppgávum, sum eru av týdningi. Tað er trúgvin uppá at arbeiði, og kanska serliga møguleikin at hava eitt lønt arbeiði, er mennandi og savnandi styrkin hjá øllum menniskjum. Øll hava evnini, og tá tey verða brúkt á rættan hátt, kunnu tey gera gerandisdagin meira virðismiklan. Arbeiði er tí eitt sentralt hugtak í rehabiliteringsgongdini hjá tí einstaka.

Arbeiði er við til at skipa lívið og gevur møguleikar fyri sosialum relatiónum. Tilknýtið til arbeiðslívið skapar samleika, sjálvsálit og sjálvsvirði

Arbeiðið í húsinum er býtt upp í smærri arbeiðseindir. Dagligur fundur er, har sum uppgávurnar og dagurin verður tilrættalagdur.

Málið er, at hvør einstakur kemur at kenna:

• At ein megnar nakað • At ein er nakað • At tað er brúk fyri einum • At ein ger mun

Far endiliga inn á heimasíðuna www.fountainhus.fo og les meira.

Vit í MBF takka fyri, at vit kundu vitja og ynksja tykkum góða eydnu við virkseminum í húsinum.