Myndir
Vitjan á verkstaðnum Vón
Í dag var MBF á vitjan á Verkstaðnum Vón, sum heldur til á Argjum og er ein vardur verkstaður. Har arbeiða umleið 48 vaksin við menningartarni, sum kunnu læra at arbeiða sjálvstøðugt við framleiðslu.
Á verkstaðnum er pappírsdeild, seymideild, timburdeild og kantina. Á ymisku deildunum gera arbeiðsfólkini ymiskar lutir; viðførisspjøldur, pakkitilfar, kort, lutir úr glasi, bundnar og seymaðar vørur, endurskinspelar, markapelar o.a. Eisini ber til at bíleggja ymiskar vørur. Nøkur teirra arbeiða eisini í kantinuni. Tey flestu ganga ella koyra við býbussinum til og frá arbeiði.
Verkstaðurin hevur eina sølubúð har lutir, virkaðir á verkstaðnum verða sýndir fram og seldir. Opið er yrkadagar frá 8.30-15.30. Jólasøla er á hvøtjum ári, umframt jólahald, føstulávintshald og summarveitsla.
Á Verkstaðnum Vón arbeiða 10 starvsfólk, m.a. námsfrøðingar, handverkarar og hjálparfólk.
MBF takkar fyri eina áhugaverda og lívsjáttandi vitjan á verkstøðunum í dag!