Myndir
MBF í Suðuroy
Mikukvøldið 3. juni kl. 19:00 hevði MBF kunnandi fund um felagið í tænastudeplinum Miðlatún, sum liggur mitt í Vági. Miðlatún er nýliga nútímansgjørt og hýsir kunnungarstovuni "Visit Suðuroy" og bókasavni til vaksin og børn við hugnaligum kaffistaði.
Frá byrjan var atkoman tikin í álvara, og tað sást tíðiliga við góðari atkomu bæði uttan fyri og inni.
Suðuroy hevur nógvar eldsálir, sum leggja nógv fyri at gera tað (næstan) ómøguliga møguligt. Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, vísti okkum Pálshøll, sum skjótt stendur liðug. Hetta er ein stór verkætlan, sum suðuroyingar og aðrir føroyinga hava staðið væl saman um, og eisini eigur landsmyndugleikin ein part. Eisini hava tey her havt atkomu við í verkætlanini frá byrjan.
MBF takkar Dennis Holm, borgarstjóra, fyri dagin, Heidi Kilgour og Majken Gaard fyri blíðskap og hjálp í Miðlatúni, Eyðuni Nolsøe, sum spældi tvey góð og hugnalig løg á fundinum, og tykkum, sum komu at lurta.