Myndir
Aftur av Special Olympics
Í gjár, 4. august, var nógv fólk møtt upp til hugnaliga móttøku á flogvøllinum, tá ið ítróttarfólk, venjarar og leiðarar komu aftur av Special Olympic leikunum, sum hava verið í Los Angeles.
Tað var ÍSB við Tóru Norðgerð, sum bjóðaði vælkomin. Síðani bóru Martin Næs, Mentamálaráðið, Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, og Durita Strøm, forkvinna í Spyr Meg fram heilsanir og ynsktu øllum hjartaliga tillukku við flottu úrslitunum.
Egga Jensen, formaður í ÍSB og ferðaleiðari, takkaði til seinast fyri móttøkuna og øllum teimum, sum upp vóru møtt.