Serflokkur á Kambsdali

Spennandi var, ein illveðursdag í januar 2015, at handa Mentamálaráðnum og Almannaráðnum tilmælið um serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligum tørvi.

Í dag var bjóðað til hugnaliga samkomu á miðnámsskúlanum á Kambsdali, nú næmingar byrjaðu gerandisdag teirra á miðnámi.