Myndir
Altjóða DS dagur 2015
Við útgávu av bókini "Vinur mín hevur Down syndrom" var altjóða Down syndrom dagur hildin í Reinsarínum í Havn leygardagin 21. mars. Ein væl skipaður og góður dagur við søgu, tónleiki, flenniskeiði og undirhaldi.
Við einum partvísum ella heilum eyka 21inda kromosomi veksur kroppurin øðrvísi og seinni, andlitið fær serstøk eyðkenni, og annað eyðkenni er eisini menningartarn. Vit kenna eyðkennini, og fyri nøkur ljóðar hetta kanska møtimikið. Júst tí hevur ein dagur sum hesin stóran týdning. Fordómar skulu við upplýsing og samskifti køvast, og møguleikarnir hesi børnini, ungu og vaksnu hava at mennast og gerast so sjálvbjargin sum gjørligt skulu gerast sjónligir.
Takk fyri enn ein góðan Down syndrom dag!