Myndir
Altjóða brekdagur 2015
Í dag var Altjóða brekdagur hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum, har nógv fólk høvdu leitað sær.
Hvørt ár verður nýggj yvirskrift sett fyri dagin, sum í ár er “Inklusjón hevur týdning” við undirheitinum “Atgongd og myndugleiki til fólk við øllum førleikum”.
Dugni borðreiddi við kaffi, køkum og frukt í forhøllini. Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað, bjóðaði vælkomin. Síðani setti Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, dagin.
Annars vóru hesi evni á skrá: "Barcelona sum undangongubýur", Tóra við Keldu, forkvinna í MBF "Atkoma til ferðavinnu í Føroyum", Theresa T. Kreutzmann, stjóri í Visit Tórshavn "Autisma og samskifti", Aimi Justinussen, foreldur "Myndasamskifti við fólk við autismu", Levi á Torkilsheyggi, ClearComm "Onki er óført", Bjarni Poulsen og Fanny Petersen, foreldur Døgg Nónsgjógv sang.















