Sambýlið við Mylnutún

Í november var móttøka í sambandi við at sambýlið fyri fólk við menningartarni við Mylnutún í Klaksvík er liðugt bygt og latið Almannamálaráðiðnum. Í gjár var MBF á vitjan og sigast má, at tey, sum flyta inn, fáa goðar og hugnaligar umstøður at búleikast í. Sambýlið er bygt til endamálið og eftir tørvinum hjá búfólkinum.

MBF ynskir búfólki, leiðsla og starvsfólk hjartaliga tillukku við sambýlinum og alt gott í framtíðini.